Drotningin innløgd á Ríkissjúkrahúsinum

84 ára gamla drotningin datt í gjárkvøldið á Fredensborg slotti, sigur samskiftisleiðarin í kongshúsinum, Lene Balleby, í skrivi við Ritzau.

- Margretha drotning varð í gjárkvøldið flutt á Ríkissjúkrahúsið, eftir at hon datt á Fredensborg slotti.

- Eftir umstøðunum hevur drotningin tað gott, men fyribils er hon innløgd til eygleiðingar.

Kongshúsið hevur ikki fleiri viðmerkingar til støðuna hjá drotningini.