- Eisini eru fleiri tiltøk í býnum í næstu viku, so her er lagt upp til at man kann fáa eitt hugnaligt kvøld við upplivingum og góðum mati, skrivar Visit Tórshavn.
Matskráirnar síggjast á heimasíðuni matstovudagar.fo. Har kannst tú velja ta matstovuna, tú vilt royna og trýsta á bíleggingarknøttin
Matstovudagar handla um at geva fólki góðar matupplivingar. Matupplivingar, har ið tann góði maturin, hugnin og tað góða lagið eru í hásæti.
- Alt hetta fyri ein betri prís, skrivar Visit Tórshavn.