Matstovurnar í Føroyum eiga at borðreiða við grind fyri gestunum.
Tað hevur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum.
Hann vísir á, at í Íslandi eru tað fleiri matstovur, sum hava tvøst á matarskránni.
- Tað er eitt sindur skeivt, at hotellini í Føroyum ikki eisini kunnu borðreiða við grind, sigur hann.
Ólavur Sjúrðarberg sigur, at hann fær óteljandi fyrispurningar frá fremmandum ferðafólki, sum vilja hava ein smakk av grind, men tað letur seg ikki gera uttan frá privatfólki.
- Eg fái javnan og savnan fyrispurningar frá útlendingum, sum spyrja, hvar tað ber til at fáa ein hvalabúff.
Tá ið tú fer til eitt fremmant land, er tað ein partur av upplivilsinum at eta tann staðbundna matin.
Men tað ber ikki til í Føroyum
Tora ikki
Sjálvur hevur hann ongum útlendingi møtt, sum ikki hevði verið áhugaður í at fingið eitt smakk av grind.
Og Ólavur Sjúrðarberg heldur, at mesta orsøkin til tað er, at vit tora ikki at traðka útlendingar á tærnar við at borðreiða við grind.
- Av berum bangilsi, lata vit okkum trumfa av nøkrum fáum, sonevndum umhvørvisverndarfólkum.
Hetta heldur Ólavur Sjúrðarberg vera púra skeivt.
- Vit eiga at vera stolt av føroyingar og av tí náttúrutilfeingi, vit eiga.
Formaðurin í grindamannafelagnum staðfestir, at tá ið vit tvíhalda um okkara rætt at gagnnýta okkara egna tilfeingi, eiga vit eisini at tora at vísa tað fram fyri almenninginum, ístaðin fyri at krógva tað burtur.
Grind er ikki góðkend
Johan Joensen, høvuðskokkur á matstovuni, Áarstovu, í Havn, er samdur við formannin í Grindamannfelagnum, tá ið hann harmast um, at tað ikki ber til at fáa grind á føroyskum matstovum.
Men trupulleikin við grind er tann sami, sum við so nógvum øðrum føroyskum matvørum.
Og tað er, at grindin er ikki slaktað á góðkendum sláturvirkið.
- Tískil er ikki góðkent, at matstovur borðreiða við grind, sigur høvuðskokkurin á Áarstovu.
Hann heldur annars, at hetta er ein sera áhugaverdur spurningur, tí tað skortar ikki upp á áhuga hjá ferðafólki at royna grind.
- Vit fáa javnan fyrispurningar frá ferðafólki alla møguliga staðni frá, sum vilja sleppa at smakka grind, men vit fáa tíverri ikki sagt teimum annað, enn at tað er ikki góðtikið.
Hann leggur afturat, at ferðafólk eru so áhugað at smakka grind, at tá ið tey fáa at vita, at vit ikki kunnu borðreiða við grind, spyrja tey ístaðin um vit vita onkran, sum kann selja teimum ein bita, so at tey fáa ein smakk.