Mattias og liðfelagarnir máttu lúta fyri AaB

FC Fredericia var fyri teprum tapi á heimavølli móti gamla stórliðnum úr Aalborg

Føroyski landsliðsmálverjin, Matthias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia tóku í dag ímóti gamla stórliðnum úr Aalborg á heimavølli á Monjasa leikvøllinum í Fredericia.

 

AaB var favorittur hjá veddingarfyritøkunum, og fóru aalborgensarnir eisini við sigrinum. Dysturin endaði 3-2 til Aalborg.

 

Fredericia fekk annars eina dreymabyrjan. Tá bert tríggir minuttir vóru leiktir hevði Sofus Berger lagt Fredericia á odda 1-0. Men AaB fekk skjótt høvdið fyri seg, og longu tá 27 minuttir vóru leiktir høvdu teir lagt seg á odda 2-1. Fredericia fekk aftur eina dreymabyrjan upp á seinna hálvleik. Tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði Christian Gammelgaard til støðuna 2-2. AaB skoraði sigursmálið tá 66 minuttir vóru leiktir. 

 

Sambært Fredericia Dagblad dekkaðu leikararnir hjá Fredericia ikki nóg væl upp, tá Lars Kramer skoraði sigursmálið hjá AaB við eina deyðbóltsstøðu. 

 

AaB var effektivari enn Fredericia. Sambært hagtølunum hevði AaB seks málroyndir, har Mattias hevði tríggjar bjargingar. Fredericia hevði átta málroyndir, men har hevði málverjin hjá AaB, Rody De Boer seks bjargingar. 

 

Fredericia er nummar trý í deildini við 33 stigum. AaB er fremst við 45 stigum.

 

Leygardagin 9. mars spælir Fredericia móti Næstved á útivølli.