Máttu fleiri ferðir av húsum í óveðrinum í gjár og í nátt

Oftani var tað tí at fólk ikki høvdu ansað nóg væl eftir

Nú um vikuskiftið hevur tað verið rættiliga nógvur vindur og tað hevur elvt til nógv arbeiði hjá løgreglu og bjargingarsliðum. Hetta var fyrsti stormurin hendan veturin og tað kann vera ein orsøk til at boð vóru eftir bjargingarliðinum so ofta. Tí í roynd og veru var nógv av bjargingararbeiði av, at fólk ikki høvdu tryggjað leysar lutir nóg væl.

 

At fólk ikki taka trampolinir inn eftir summarið, er ein afturvendandi trupulleiki og hetta vikuskiftið hava boð verið eftir bjargingarfeløgum einar tríggjar ferðir tí trampolinur eru tiknar í vindinum. Tað hendi aftur í nátt, tá ið ein trampolin í Norðragøtu varð tikin av vindi og endaði í túninum hjá einum øðrum.

 

Einastaðni var ein kampingvognur í vanda fyri at fara í luftina, so har fór bjargingarfelagið at tryggja hann og eina aðrastaðni loysnaði eitt arbeiðstjald og lá og flákraði í vindinum. Annars vóru boð fleiri ferðir eftir bjargingarliðunum tí at byggitilfar lá leyst og mátti surrast, eisini á byggiplássum. Men annars var talan eisini um, at takplátur og vindskeiðir loysnaðu.

 

Í Miðvági er ein á lopin, ella okkurt sovorðið, tí har varð boðað frá, at tað var rættiliga nógv vatn og grús á vegnum við BankNordik. Yvirflóðin á vegnum var so stór, at tey stúrdu fyri, at tað fór at renna inn í onkrar kjallarar, men har fekk bjargingarliðið eisini boð um hendingina.  

 

Løgreglan sigur, at hóast allar hesar fráboðanirnar, var talan ikki um nevnivert at skaða, tí bjargingarfeløgini fingu tamarhald á støðuni, áðrenn nakað hendi.