Maurice Ross krevur hart arbeiði

ÍtróttarSosialurin: Nýggi venjarin í suðuroynni fer at krevja nógv av sínum monnum

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, kanst tú lesa samrøðu við nýggja venjaran hjá felagsliðnum TB/FC Suðuroy/Royn. Hann tolir væl at síggja sínar spælarar gera feilir, men hann tolir ikki at spælararnir ikki arbeiða fyri liðnum.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Les eisini hvussu fyrrverandi skotski landsliðsspælarin upplivdi at spæla á Svangaskarði í 2002, hvørja fótbóltshugsan hann hevur, og hví hann tók av at koma til Føroyar at verða venjari.

 

Les eisini søguna um Thiago Pinto Borges, sum bleiv uppsagdur bara eftir bara tjúgu dagar sum spælari hjá 07 Vestur. Um søgurnar í Íslandi, hvat hann sigur hendi, hví 07 Vestur segði hann upp, og hvat formaðurin í Thrótti hevur at siga um málið.

 

Í Faxe-Kondi steypakappingini hjá monnum hevur H71 lagt protest í dystinum móti Neistanum, meðan favorittarnir eru víðari hjá kvinnum.

 

Les eisini um Norra, sum skrivaði hondbóltssøgu í HM endaspælinum í Fraklandi, stuttsøgd ítróttartíðindi og um kvinnulandsliðið í flogbólti, sum ikki sleppur við til oyggjaleikirnar.

 

Hetta og millum annað klumman, quzzin og fimm spurningar í ÍtróttarSosialinum í dag.