Max 30% feitt

70% var annað enn feitt, tá føroyskir kokkar vóru á buffét-skeiði fyrr í vikuni

SKEIÐ

Sama dag sum Burger King v.m lat upp í SMS var eisini stórfingin feitt fátøk buffét á skránni í Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Týsdagin og mikudagin vóru nevniliga fjúrtan føroyskir kokkar á skeið á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn.
Skeiðluttakararnir vóru frá sjúkrahúsinum, fyritøkum, hotellum og aðrastaðni frá.
Frá Hotel og Restaurantskolen vóru Laila Hyllekvist og Ingrid Petersen komnar at halda skeið fyri føroysku luttakarunum. Skeiðið var ætlað at geva íblástur til tey ymsu buffét borðini, m.a. jólaborðhaldini. Tá tosað verður um nýggj hugskot, so verður hugsað um ?grønar? rættir, har feitti ongantíð má vera omanfyri 30%.
Luttakararnir á skeiðinum vóru:
Otto Rubeksen, Johanna á Tjaldrafløtti, Evida Johannesen, Marita Christiansen, Kirstin Dalfoss, Gundur Fossdal, Uni Gullfoss, Kirstin Andreasen, Bergtóra Høgnesen, Jákup Ziskason, Margretha Ryggshamar, Birgit Nielsen, Ann Askham og Oddvør Skarðhamar