27 ár eftir, at Margaret Thatcher, ein av sterkastu leiðarunum í bretskari politiskari søgu, mátti lata forsætisráðharrasessin frá sær eftir eitt innanhýsis kvett í egna flokki, tykist at Bretland og Konservativi flokkurin loksins aftur hava fingið ein sterkan kvinnuligan leiðara í Theresu May, forsætisráðharra.
Veljarakanningarnar seinastu dagarnar meta nevniliga, at Konservativi flokkurin og Theresa May fáa eins høgu undirtøku millum bretskar veljararnir, ið flokkurin fekk í 1983, tá Margaret Thatcher førdi flokkin til størsta valsigurin í bretskum politikki síðan stórsigurin hjá Labour í 1945.
Veljarakanningin, ið Ipsos Mori stovninum hevur gjørt, vísir, at um val var í dag, so hevði Konservativi flokkurin fingið umleið 49 prosent av atkvøðunum, meðan Labour, Liberal Democrats og UKIP høvdu fingið ávikavist 26, 13 og 4 prosent at atkvøðunum.
Til tjóðartingsvalið í 1983 fekk Konservativi flokkurin 42,4 prosent av atkvøðunum, meðan Labour fekk 27.6 prosent.
- Við byrjanini av valstríðnum er leiðslan hjá teimum Konservativu eins stór sum tann, ið vit máldu áðrenn sigurin hjá Thatcher í 1983, ið er størsta leiðslan, ið vit nakrantíð hava mált, sigur Gideon Skinner, leiðarin fyri politiskari gransking í Ipsos Mori, sambært Reuters tíðindastovninum.
Harvið er eisini lítil ivi um, at Theresa May hevur megnað at lyft arvin eftir David Cameron, undangongumanninum í Downing Street 10, sum í 2015 vann valið við einum meiriluta á 12 tinglimum, ið samstundis var fyrsti Konservativi sigurin í einum tjóðartingsvali síðan John Major vann í 1992.