At Mazda3 bleiv ársins bilur í Danmark, kundi man vænta eftir at hava lisið, hvat fleiri danskir motorjournalistar skrivaðu um bilin, áðrenn hann bleiv kosin "Årets Bil i Danmark 2004". Bil Magasinet skrivaði m.a. at kappingarneytarnir høvdu alla grund til at rysta í brókunum, tí Mazda3 var so væl gjørdur, og sportligu koyrieginlekarnir vóru nakað heilt fyri seg. FDM blaðið Motor skrivaði, at tá teir søgdu, at Mazda3 var avloysarin fyri Mazda 323, var tað rætt, men so var eisini alt sagt, tí bilarnir høvdu so at siga einki við hvønn annan at gera. Teir mettu at Mazda3 var besti bilur í sínum klassa.
Mazda3 er bygdur yvir ein nýggjan plattform, sum ein komandi Ford Focus og nýggi Volvo S40 eisini koma at nýta. Mazda hava heilt broytt stíl, nú leggja teir seg eftir at gera familjubilar við sportligum designi og koyrieginleikum.
Grundgevingarnar fyri at Mazda3 bleiv ársins bilur í Danmark eru fleiri, sum t.d. at hann hevur smart design, sera góðar koyrieginleikar og umfatandi trygdarútgerð. Bilurin var rúmligur, og príslegan í Danmark hevði eisini stóran týdning.
Samstarvið millum Mazda, Ford og Volvo sæst væl aftur í trygdarútgerðini. Allar útgávurnar hava 6 airbag sum standard og aktivar nakkapútur, sum stuðla høvdinum væl, um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá, eins og karossaríið hevur nógva innbygda trygd. Tað er soleiðis, at Ford eigur persónbiladeildina hjá Volvo og umleið 35 prosent í Mazda.
Mazda3 kemur sum hatchback við 5 hurðum og sum sedan við fýra hurðum. Seinni kemur ein MPV við sjey sitiplássum, tað verður nokk ein Mazda4.
Motorarnir vera í fyrstu atløgu 1,6 litur við 105 hk og 2,0 litur við 150 hk, báðir 4 syl. bensinmotorar.
Nýggjastu Mazda3 og RX-8 verða saman við øðrum Mazda bilum á bilaframsýningini "Biler for alle" í Herning í døgunum frá 23. til 26. oktober.
Frá Berg Motors í Havn verður sagt, at Mazda3 verða í Føroyum innan 14 dagar, og prísirnir byrja frá 176.000 krónum.