MBM er í løtuni í ferð við at byggja ein nýggjan bygning beint við síðuna av núverandi hølunum hjá fyritøkuni við Vegin Langa í Hoyvík. Nýggi bygningurin skal hýsa bæði sølubúð og skrivstovum.
Hava livað í óvissu
Eirikur Thorvaldsson, stjóri í MBM, sigur, at leiðslan í fyritøkuni leingi hevur havt eitt ynski um at savna alt virksemi í høvuðsstaðnum. Sum kunnugt brann goymslubygningurin hjá MBM í Kollafirði í grund fyri fáum árum síðani, og eisini við hølunum hjá Royndarstøðini hevur stór óvissa valdað. ? Vit hava fleiri ferðir hoyrt frá landsins myndugleikum, at hølini, sum vit leiga frá Royndarstøðini, heldur skulu nýtast til okkurt annað, og tí hava vit faktisk livað í óvissuni leingi, sigur Eirikur Thorvaldsson.
Stjórin í MBM sigur eisini, at ætlanin var eisini at byggja ein nýggjan bygning í Kollafiriði ístaðin fyri tann gamla, sum brann í grund, men fyritøkan bleiv ikki víst á nakað øki, sum kundi nýtast til endamálið, og tí verður bygt í Havn.
Betur yvirlit at savna alt
Nú alt virksemi verður savnað á einum stað, sigur Eirikur Thorvaldsson seg ikki verða í iva um, at tað í longdini fer at verða ein sparing hjá MBM. Somuleiðis heldur hann, at tað fer at geva eitt betur yvirlit yvir alla fyritøkuna, at alt er á einum stað. ? Fyritøkan var ov spjadd, og tað verður heilt víst betur at hava til dømis ordramóttøkuna og goymsluna á sama stað, hóast tað reint tekniskt ikki er nøkur forðing fyri, at tær kunnu verða á hvør sínum stað, heldur Eirikur Thorvaldsson.
Økja vøruúrvali
Nýggi bygningurin skal eftir ætlan verða liðugur í fyrsta ársfjórðingi í komandi ári, men stjórin í MBM sigur, at um arbeiðið við at gera bygningin gongur við slíkari ferð, sum tað hevur gjørt í seinastuni, so verður bygningurin kanska liðugur longu fyri ársskiftið.
Tvær av teimum trimum hæddunum í nýggja bygninginum verða gjørdar til fóðursølu, meðan ovasta hæddin verður nýtt til skrivstovur. Gjørligt verður hjá viðskiftafólkunum at koyra beint inn á ovaru hæddina á fóðursøluni við bili, so at tað verður høgligari at koma til og frá, sigur Eirikur Thorvaldsson. Stjórin á MBM sigur eisini, at væntandi fer fyritøkan at økja um vøruúrvali, tá ið flutt verður í nýggju hølini, men enn er einki endaligt.