MBM-Kjøt veksur

Kjøtdeildin á Eysturoyar Heilsølu er latin aftur. MBM í Hósvík tekur yvir virksemið

Eysturoyar Heilsøla hevur valt at lata kjøtdeild sína aftur, og lata sláturvirkið í Hósvík taka sær av arbeiðinum í staðin. MBM tekur yvir bæði sjálva framleiðsluna og veitingina til viðskiftafólkið, sum eru handlar kring landið. Leiðslan á MBM væntar, at yvirtøkan sum frálíður fer at økja virksemið í Hósvík eini 10 - 20 prosent.