Sum senatorur hevur John McCain fleiri ferðir víst, at hann kann ganga sínar egnu leiðir, sum minni enn so altíð sampakka við tað, sum hansara republikonsku floksfelagar vilja hava hann at gera.
Nú ger hann tað aftur. Í gjár segði hann, at USA eigur at gevast við at styðja einaræðisstýri kring heimin, tí tá saman um kemur, er tað hesin uttanríkispolitikkurin, sum hevur skapt hóttanina frá víðgongdum, islamskum kreftum. McCain legði ikki fingrarnar ímillum og nevndi generalarnar í Pakistan, kongshúsið í Saudiarabia, forsetan í Egyptalandi, iranska shahin og Saddam Hussein sum dømi um einaræðisstýri, sum USA hevur havt ov gott samband við upp ígjøgnum tíðina.
Politiksir eygleiðarar siga, at orðini hjá McCain eru ein týðilig ábending um broyting í amerikanska uttanríkispolitikkinum, um republikanararnir vinna forsetavalið í heyst. Hann kom eisini við einari ábending um, at sum forseti fer hann at lurta eftir, hvat tey sameindu hjá USA halda. Tað ber George W. Bush ikki orð fyri at gera.
-Vit mugu lurta eftir sjónarmiðunum hjá okkara demokratisku sameindu og virða vilja teirra. Halda vit, at tað er rætt at taka okkurt stig, eiga vit at royna at sannføra okkara sameindu um tað rætta í tí, men vit mugu eisini læra at lurta eftir teimum og at fylgja teirra ráðum, segði McCain.