Edmund Joensen, Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
--------
Innanhýsis stríðið millum sektirnar í Tjóðveldinum vísir, hvussu himmalrópandi galin tann politiska prioriteringin er í tí flokkinum: Formælið til eina púra óneyðuga stjórnarskipanarlóg hevur størri týdning enn at tryggja hesum landinum eina framtíð.
»Nú brúka tey tíðina til at knokkroyta hvønnannan. Hvussu ber tað til? Har er so nógv annað og fornuftigari at gera«.
Nakað soleiðis segði ein ung kvinna, sum eg prátaði við hendan dagin.
Hon sipaði til eljustríðið í Tjóðveldi. Stríðið millum Sjúrð Skaale og Høgna Hoydal um formælið í stjórnarskipanaruppskotinum. Skal tað standa í uppskotinum, at Føroyar virða Grundlógina og Heimastýrislógina? Ella skal tað standa, at lógir, sum einans eru gjørdar í Løgtinginum, eru galdandi?
Hetta er tað, ið stríðið stendur um.
Stríðið ger skilnað millum fullveldisfólk, og sektirnar eru vorðnar sjónligar. Og tey »knokkroyta hvønnannan«.
Púra óinteressant
Má siga, at eg taki fult undir við skilagóðu kvinnuni, tí har er so nógv annað og fornuftigari, ið tíðin kundi verið brúkt til.
Fyri fólk, sum hava annað og meira at hugsa um, er sekteriska stríðið í Tjóðveldinum ikki bara púra óinteressant – tað er eisini óviðkomandi tíðarspilla.
Hetta, at ein andstøða inni í størsta andstøðuflokkinum nú talar formanninum ímóti, kann sjálvandi vera áhugavert hjá politiskum eygleiðarum at meta um.
Og í grundini er tað eisini positivt, at har finnast pragmatisk fólk í Tjóðveldinum, sum venda teirri ekstremu linjuni hjá floksformanninum bakið.
Tó – hetta hevur lítið og onki við føroyska veruleikan at gera.
Til tíðir er orðaskiftið so langt uttan fyri gerandisdagin hjá vanligum fólki, at man ivast í, um man býr í sama landi sum tær stríðandi fullveldissektirnar.
Tær veruligu avbjóðingarnar
Uttan fyri ostaklokkuna hjá fullveldisflokkinum – í tí veruliga føroyska veruleikanum – eru heilt onnur viðurskifti, ið hava týdning:
· Búskapurin í Føroyum er framvegis stagneraður
· Meginparturin av fyritøkunum, sum skulu tryggja vøkstur og vælstand, eru viknaðar og vikna framvegis
· Arbeiðsleys í hópatal hava framvegis bert ALS-inntøku til lívsins uppihald
· Undirskotið á almennu fíggjarlógini er framvegis ein tikkandi bumba undir vælferðini í Føroyum
· Vælferðartænasturnar vikna longu nú, tí pengar mangla í landskassanum, og sparingar eru framvegis aktuellar
· Ung, sum lesa og læra uttanlands, velja framvegis útheimin fram um at koma heim aftur til Føroya
Hetta eru álvarsligar avbjóðingar.
Tann kaldi veruleikin er, at um okkum ikki eydnast at skapa búskaparvøkstur og fólkavøkstur innan rímiliga stutta tíð, so er vandi fyri, at Føroyar gerast eitt stað, har ung, vitandi og sterk fólk ikki hava hug at búgva. Familjurnar, ið skulu tryggja føroysku framtíðina, hvørva.
Kom til arbeiðis!
Sæð í hesum ljósi er stríðið millum sektirnar í Tjóðveldi himmalrópandi óinteressant.
Tað er beinleiðis syrgiligt, at kreftir verða brúktar til eina púra óneyðuga stjórnarskipan.
Tað stutta av tí langa er, at í Føroyum hava vit eina góða skipan innan karmarnar av Grundlógini og Heimastýrislógini.
Ríkisfelagsskapurin og fyrimunirnir, sum Ríkið gevur føroyingum víðari út í Europa og út í heim, eru stórir. Hetta vita føroyingar. Og hetta er ein skipan, sum hevur prógvað sítt virði, og sum fólk flest taka undir við.
Fyri at venda aftur til avbjóðingarnar – búskaparvøkstur og fólkavøkstur – so finnast nógvar góðar og hollar loysnir. Trupulleikin er, at tíðin fer við stríði um irrelevantar spurningar.
Nú krevst, at fólk koma til arbeiðis.