Andrea Fuentealba Valbak var fødd í Århus-forstaðnum Risskov og er 27 ára gomul.
Í 2005 broytti hon navn til Medina Danielle Oona Valbak, eftir at hon hevði verið hjá einum numerologi.
Mamma Medina er donsk, pápin er ættaður úr Kili.
Medina hevur ein 5 ár eldri beiggja og eina systur, sum er 9 ár yngri enn hon.
Áðrenn hon fekk gjøgnumbrot sum tónleikari, arbeiddi hon í eini sandwichbarr í Århus.
Stóra gjøgnumbrotið fekk Medina við útgávuni Kun For Mig, sum kom í 2008. Útgávan var á hitlistanum í 52 vikur – har av seks vikur ovast.
Í 2009 var hon mest seljandi danski tónleikarin
Medina roynir nú at vinna fram uttanfyri Danmark – eitt nú í Bretlandi og Týsklandi
Hon hevur tikið skeið í klædnadesigni og forvann eitt skifti pengar við at seyma klæði til onnur.
Medina hevur síðani februar í ár hildið saman við dansaranum og sjónleikaranum Mathias Arvedsen.