Meginparturin av jólapynti kemur úr Kina

Seinastu tríggjar mánaðirnar fyri jól hevur Noreg innflutt jólapynt fyri 235 norskar milliónir, sum er stívliga 150 milliónir í okkara peningi

Norsk hagtøl siga, at ein stórur partur av jólapyntinum, sum pyntað verður við í Noregi til jóla, kemur úr útlandinum.

 

Sambært hagtølum hjá SSB (Statistisk Sentralbyrå) kemur meginparturin av jólapyntinum úr Kina.

 

Hagtølini siga eisini, at seinastu tríggjar mánaðirnar fyri jól hevur Noreg innflutt jólapynt fyri 235 norskar milliónir.

 

Tað er stívliga 150 milliónir krónur í okkara peningi, og sambært SSB kemur næstan alt úr Kina.

 

Fara vit aftur til 2008, komu tríggir fjórðingar av jólapyntinum, sum Noreg keypti, eisini úr Kina.

 

Hagtølini siga eisini, at innflutningurin av jólatrøum til Noregs so líðandi er minkaður, og í dag keypa fleiri norsk húsarhald norsk granntrø.

 

- Í ár hevur Noreg innflutt jólatrø fyri 75.000 norskar krónur, harav tey flestu eru komin úr Danmark, veit SSB at siga.