Tað var væl av vindi út eftir Sandsvág seinnapartin í gjár, og her vóru ikki líkindi til spæl. Henda myndin av Sandsvág er tikin ein annan illveðursdag.

Megnaðu ikki til lands aftur við egnari hjálp

- Boðini frá Alarmsentralinum vóru, at ein persónur flýtur í sjónum og onkur er í báti, sum rekur frá landi, sigur Virgar Zachariassen á Sandi um eina hending seinnapartin í gjár.

 

Tað var væl av vindi út eftir Sandsvág seinnapartin í gjár, og her vóru ikki líkindi til spæl. Henda myndin av Sandsvág er tikin ein annan illveðursdag.

Klokkan 17.24 í gjár setti Alarmsentralurin seg í samband við fólk á Sandi, tí tey vóru ikki heilt greið yvir, hvussu støðan var hjá nøkrum fólkum á Sandsvág. Her var væl av vindi, og vindurin lá út eftir vánni.

 

Skúlanæmingar og onkur lærari vóru farin oman á sandin í vátdrakt, og tey høvdu eisini við sær luftbátar - ella luftbrettir - við árum.

 

- Boðini vóru, at ein persónur flýtur í sjónum og onkur er í báti, sum rekur frá landi. Vit vistu ikki, hvussu støðan, og tí varð alt fyri eitt farið út í Støð og í ein bát.   

 

Virgar Zachariassen, sum saman við Allen Simonsen fór í bátin, sigur, at tá teir komu inn á vánna, sat ein maður á einum bretti, og ein genta fleyt í sjónum nakað longur inni og eystari á vánni, meðan hon helt í sínum bretti.

 

- Her var eingin vandi á ferð, og her var eingin panikkur. Tey vóru bæði í vátdrakt, men trupulleikin var, at tey kláraðu ikki móti vindinum og inn aftur á sandin, meðan tey hildu seg til brettið, sum rak við vindinum.

 

Tað er altíð lætt at vera eftirklókur. 

 

- Men, høvdu tey bæði í góðari tíð slept brettinum, høvdu tey saktans klárað at svomið inn aftur á sandin, tí tey vóru ikki langt úr landi. Men, tey kendu tað helst tryggari at halda seg til brettið, sum rak út eftir vánni.

Virgar Zachariassen sigur, at tað tók bert átta minuttir frá tí, at boðini frá Alarmsentralinum komu, til hann og Allen vóru á veg aftur til lands við fólkunum.

- Tey bæði vóru rímiliga væl fyri, men gentan var eitt sindur køld. Nógv fólk tóku ímóti, og tilbúgving var á bryggjuni, sigur Virgar Zachariassen, sum fegnast um, at alt spældi væl av.   

 

So skjótt, sum Virgar Zachariassen og Allen Simonsen høvdu tikið fólkini upp og vóru á veg til lands aftur við teimum, ringdi Allen aftur til Alarmsentralin og segði, at alt hevði spælt væl av, og at fólkini høvdu tað gott.

 

Sum skilst, var ein triðja genta eisini rikin nakað úr landi, men hon megnaði at svimja til lands aftur í øllum góðum. 

 

Í Sandoynni eru sløkkilið, sum kommunurnar varða av, og í sýsluni er eisini felags bjargingarfelag. Í fleiri førum er talan um somu fólkini, sum gera eitt gott arbeiði, og tað er ikki so sjáldan, at her hava verið onkrar uppgávur - og eisini bjargingaruppgávur.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað var væl av vindi út eftir Sandsvág seinnapartin í gjár, og her vóru ikki líkindi til spæl. Henda myndin av Sandsvág er tikin ein annan illveðursdag.