Meinhard Egilsson Olsen og B36 hava í kvøld skrivað undir nýggjan eitt ára sáttmála. Tað skrivar heimasíðan hjá B36 í kvøld. Hann kom til felagið í summar og hevur spælt 11 dystir og skotið fýra mál.
– Eg trívist væl í B36, og her er gott at vera. Hópurin er góður, og B36 passar væl til mín í løtuni, sigur Meinhard E. Olsen.
U21 landsliðsspælarin er uppvaksin í NSÍ, men hevur spælt við Vendsyssel í Danmark, áðrenn hann í summar kom aftur til føroyskan fótbólt. Hann hevur tikið seg nógv fram og skoraði eisini, tá U21 landsliðið spældi 1-1 í Finnlandi.
– Meinhard kom til B36 í summarsteðginum og hevur gjørt tað gott. Hann er ein seriøsur spælari og hevur góðan hugburð. Hann hóskar væl til B36 og eru vit glað fyri, at hann ynskir at halda fram í felagnum, sigur formaðurin í B36, Rúni Herup Olsen, við heimasíðuna hjá B36.
B36 liggur í løtu á triðja plássi í landskappingini.