Meinhard: Liðskiparin royndi at órógva meg

(Rás2) Hoyr hvussu ísakaldur Meinhard E. Olsen var tá Dawid Kownacki royndi at órógva hann tá brotssparkið skuldi takast

Meinhard Egilson Olsen er heitur sum málskjútti á føroyska U21-landsliðnum við trimum málum í trimum dystum, og hann er ísakaldur sum brotssparksskjútti. Tað prógvaði hann í dystinum ímóti Póllandi í dag. 

 

- Liðskiparin hjá teimum (Dawid Kownacki) kom og órógvaði meg tá eg skuldi taka brotsspark, og segði "shoot left, shoot left". Síðani fór inn til pólska málverjan, og segði við málverjan, at eg fór at skjóta til vinstru, men eg trillaði bóltin til høgru, greiðir ein fegin Meinhard E. Olsen frá.

 

Aftaná málið legði Meinhard E. Olsen hondina á økslina hjá Sampdoria-spælaranum, Dawid Kownacki og segði við hann, at tað sum pólski liðskiparin segði hevði onga ávirkan á hann. Meinhard E. Olsen var heldur ikki keddur av at síggja Dawid Kownacki vístan av vølli 10 minuttir seinni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Meinhard E. Olsen greiða frá brotssparkinum, og hoyr hann taka samanum eitt frálíkt føroyskt avrik, sum tíverri ikki gav trý stig.