Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding spældu í dag dyst á útivølli í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini móti Esbjerg, ið hevur sæð betri dagar.
Tað eydnaðist Kolding at vinna dystin 2-1.
56 minuttir vóru leiktir tá heimaliðið legði seg á odda 1-0. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini javnaði Meinhard við einum brotssparksmáli til 1-1. 10 minuttir seinni skoraði Sterling Yateke sigursmálið hjá Kolding.
Kolding er nummar fýra av teimum seks liðunum í ovara endaspælinum við 37 stigum. Níggju stig eru upp til FC Fredericia, ið er á øðrum plássinum sum gevur uppflyting til superliguna.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 tekur Kolding móti Hvidovre á heimavølli.