Føroyski landsliðsvenjarin Pætur Clementsen hevur gjørt eina broyting á føroyska landsliðnum sammett við 2-0 heimasigurin ímóti Moldova. Broytingin er tann, at Eyðvør Klakstein, sum ikki var millum tær fyrstu ellivu ímóti Moldova, í dag er á miðvøllinum. Hon avloysir Fridrikku Clementsen.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli, har Gibraltar er mótstøðuliðið, verður klokkan 17. Dómarin er úr Portugal.
Føroyar – Gibraltar kl. 17.00
Nations League kvinnur
Dómarakvartett úr Portugal: Teresa Oliveira, Cátia Tavares, Cristiana Moreira Costa og Ana Afo (4. dómari)
Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Julia Naomi Mortensen, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen – Jensa Tórolvsdóttir, Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Ásla Johannesen – Sarita Lamhauge – Heidi Sevdal
Á beinkinum: Eyðgerð Mikkelsen, Anna Katrina Mikkelsen, Rakul Sørensen, Maria V. Johansen, Anna Brændstrup, Jancy Mohr, Fridrikka Clementsen, Petra Hoydal, Rúna Jacobsen
Venjari: Pætur Clementsen