Tað verður klaksvíkingurin, Meinhardt Joensen, sum komandi árið skal verja málið hjá 1. deildarliðnum hjá GÍ. Her hava gøtumenn annars havt Hallur Hansen seinstu árini, men nú fer hann av landinum í lestrarørindum, og so er neyðugt við nýggjum manni.
Og nú hevur navnið hjá Meinhardt ljóðað í góða viku ella so, og nú verða tíðindini so eisini váttað í Gøtu, har tey siga seg hava gjørt ein eitt-ára sáttmála við málverjan.
Í aðrar mátar vilja gøtumenn ikki siga so nógv um, hvussu liðið fer at síggja út komandi ár. Stóri spurningurin hevur í longri tíð verið, hvørt tað skal eydnast gøtumonnum at halda fast um Súna Olsen. Tað er eingin loyna, at fleiri føroysk feløg heldur enn fegin vilja hava fatur á leikaranum, sum fyri stuttum varð kosin tann besti í farna kappingarári, men enn er so eingin formlig avtala skrivað, sum greitt boðar frá hesum.
Sosialurin skilir tó frá væl vitandi keldum, at tað er ógvuliga sannlíkt, at Súni eisini komandi árið fer at spæla í gula búnanum.
Hartil ljóðar eisini, at tey í GÍ fegin vilja hava Sámal Joensen at fara undir venjingarnar aftur. Hann hevur annars av arbeiðsávum hildið frí frá fótbóltinum í tvey ár, men nú veður talan um skúlagongd á landi, og skuldi ligið betri fyri í so máta. Tað bar tó heldur ikki til at fáa hesi tíðindini váttað, tá vit høvdu samband við leiðsluna hjá GÍ.