Halda Olsen
Undirritaða vil við hesum heilsa býráðnum og takka fyri, at tit eru so skilagóð at hava keypt Marinustøðina, sum liggur so sera væl fyri og kann brúkast til meira enn eitt sosialt endamál. Áðrenn eg sigi nakað um mínar tankar um brúk av bygninginum, vil eg eisini takka fyri vælvildina við Tilhaldinum, sum er til stóra gleði og gagn fyri mong av okkum. Rokni við, at tit hava hoyrt um fleiri, sum hava fegnast um hetta tiltak. Stóra tøkk.
Í 141/2 ár arbeiddi eg á Ellisheiminum og fekk drúgvar royndir í teimum árunum. Røddir hava verið frammi um, at tað hevði verið skilagott at býtt bygningin upp, soleiðis at hann bleiv brúktur til eldrabýli eins og til barnagarð. Við samhuga við øllum teimum, ið hava trupulleikar við at fáa børn síni ansað, so haldi eg ikki, at tað er tann besta loysnin. Tey flestu gomlu, sjálvt um tey eru góð við børn, orka tey ikki meira enn løtur í senn. Børn skulu hava loyvi at menna seg gjøgnum spæl, og vita vit, at viðhvørt stendst rættiliga nógvur gangur av tí, tað vil so vera. Tey flestu gomlu vilja hava tað friðarligt rundan um seg, og eru tað nógv, ið als ikki, av ymiskum orsøkum, tola ov nógv órógv. Mín meining er, at tað er ikki besta loysnin.
Eg vil koma við eini áheitan til politikararnar, áðrenn tit gera nakað sum helst: Kunnið tykkum væl og virðiliga um, hvussu fram skal farast. Tað eru nógv, ið hava innlit í støðuna, sum hon er í dag. Tað eru kommunulæknarnir, heimasjúkrasystrarnar og heimahjálparar, og ikki at gloyma stovnsleiðarar, sum ivaleyst hava royndir av, hvussu tað í flestu førum er best at byggja ein stovn upp. Sannroynd er, at tað, sum gomul fólk eins og børn hava fyri neyðini, er eitt trygt umhvørvi og góð fólk um seg. Loyvi mær at koma við einum hugskoti. Marinustøðini er ein stórur bygningur, vildi hildið, at tað átti at borið til at býtt bygningin í minsta lagi í tvær eindir. Kanska var ein deild fyri tey, sum eru í barndømi, og ein partur varð brúktur til t.d. vardar íbúðir.
Við bestu vónum og góð ynski við tiltakinum verða tit øll heilsað.