Meiningar um Miðbýin

Hvussu fáa vit lív í aftur miðbýin? Hetta er spurningurin, sum Miðlahúsið setur á dagsskránna mánakvøldið kl. 20 - kjakið er longu hitnað her um leiðir

Miðbýurin stendur nógvum hjørtum nær, og akkurát sum við skúlamálum og fjølmiðlum, hava øll eina meining um miðbýin. Meiningarnar eru bæði nógvar og ymiskar, alt eftir hvønn týdning vit leggja í hetta økið, sum røkkur frá sjónleikarhúsinum og oman í vágirnar báðar.

Síðani vit lýstu við aðalorðaskiftinum hósmorgunin, hava telefonirnar kimað, og fólk steðgað okkum á gøtuni, fyri at siga sína hugsan um miðbýin. Hetta er eitt tekin um, at tørvur er á einum ordiligum kjaki.


Ymisk á máli

Eftir øllum at døma er semja um, at miðbýurin er ikki ein virðiligur karmur um hátíðarløtur, handilsskap og fólkalív. Men fólk eru als ikki samd um, hvat tað er, sum misprýðir umhvørvið. Summi hugsa mest um arkitekturin, onnur um parkeringsviðurskiftini, og uppaftur onnur hugsa mest um hugna, gamlar dagar, tiltøk, fasadur ella útboðið av handlum og vørum.


Seks íbirtarar

Vit hava biðið seks ymisk fólk at koma við hvør sínum stutta uppleggi til kjakið. Hetta fyri at fáa íblástur til orðaskiftið, har øll kunnu taka orðið og siga sína hjartans meining. Tey, sum vit hava bjóðað eru: Ok Heðin Mortensen, borgarstjóri, Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni, Elin Heinesen, stjóri í Samvit, Albert Isfeld, arkitektur, Guðrun Ludvig, vinnurekandi í gongugøtuni og Gilli Trónd, býarplanleggjari.


Hugskot vælkomin

Vit eru greið um, at ongin niðurstøða verður á einum fundi sum hesum, tí ongin ávísur hevur ábyrgdina av miðbýnum. Kortini hevur býráðið evstu ábyrgdina fyri trivnaðinum í býnum og fyri býarplanlegginini. So vón okkara er, at umsitingin, politikararnir og tey handilsrekandi møta upp, og lurta eftir hugskotunum, sum koma fram hetta kvøldið.