Her hendir einki, og her skal einki henda.
Bill Justinussen er sannførdur um at hóast samgongan alment hevur boðað frá, at netbankin skal aftur á føroyskar hendur, er ætlanin at einki skal henda.
Hann vísir til tað, Aksel V. Johannesen, løgmaður sigur í aðrari grein her á www.in.fo í morgun, har hann vísir á, at nú skal ein nevnd setast at geva landsstýrinum eitt tilmæli á økinum.
Les eisini: Nú skal netbankin heimaftur
Tað er Bill Justinussen, sum vildi hava at vita frá løgmanni, hvat hendir á økinum og hann hevur lítið álit á nakað fer at henda, nú enn ein almenn nevnd skal setast í hesum máli.
Hann heldur, at meinar samgongan tað í álvara, at netbankin skal aftur á føroyskar hendur, er bara at taka hann aftur á føroyskar hendur.
Hann vísir á, at tá ið Tjóðveld sat í andstøðu, hevði flokkurin eitt drúgt, væl gjøgnumhugsað og nágreiniligt uppskot um at taka netbankan, og allar KT skipanir í hesum sambandi, heimaftur.
- Meinar samgongan nakað við tað, er tað bara at leggja hetta uppskotið framaftur, og at samtykkja tað, sigur Bill Justinussen.
- Hví ikki gera tað sama í samgongu, sum man heldur vera tað einasta rætta, tá ið man situr í andstøðu, sigur hann.
- Tá hevði tað skund at fáa KT skipanirnar heimaftur, og tí undrar tað meg, at samgongan nú hevur góða tíð.
Og jú longri, Netbankin er á útlendskum hondum, tess rótfestari verður hann har, og tess torførari kann tað vera at bakka aftur, og tí hevur málið skund.
Hann vísir eisini á, at netbankin varð fluttur av landinum undir púra skeivum fortreytum, tí tá varð sagt, at nú fekk Elektron høvið at blomstra og at menna seg, so tað munaði. Men tað, sum er hent, er akkurát tað øvugta.
Og tí er neyðugt at bakka aftur og at rætta eina skeiva avgerð, heldur hann.
Aksel V. Johannesen staðfestir, at samgongan hevur sett sær fyri at fáa KT skipanirnar og persónsupplýsingarnar á føroyskar hendur. Og tað ætlar samgongan eisini.
Men hetta eru viðkvæmir upplýsingar, og tað er neyðugt at fara rætt fram - men øll málini kunnu ikki avgreiðast tað fyrsta hálva árið, samgongan situr, leggur hann afturat.