Meira atløgupláss til bátar í Hósvík

- Tíverri megnaðu vit tað ikki til regatta í ár, men næsta ár verða umstøðurnar í Hósvík uppaftur betri, sigur Heðin Zachariasen.

Hósvík hevur ein góðan og tryggan bátahyl undir øllum vanligum umstøðum, men tá slík tiltøk, sum regatta-sigling er, gerst hylurin trongur. Tí arbeiðir Sunda kommuna við at gera umstøðurnar í Hósvík enn betri.

 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri, vísir á, at næsta ár, tá regattasigling verður, verður atløguplássið í Hósvík eisini munandi størri.

 

- Vit fara at skipa so fyri, at pláss verður fyri fleiri bátum. Tíverri megnaðu vit tað ikki til regatta-tiltakið hesaferð. Men, hetta arbeiði verður gjørt nú - og í komandi ári.

 

Hann sigur, at brúgvaplássið skal gerast betri, soleiðis at fleiri bátar kunnu liggja, tá hósvíkingar skipa fyri regatta.

 

- Vit hava ein góðan, tryggan og rúmligan bátahyl í Hósvík - við góðum teymum til bátarnar, sum vanliga liggja í hylinum, og her er bæði streymur og vatn.

 

Heðin Zachariasen sigur, at nýggjar brúgvar skulu leggjast tvørtur við landinum millum bátahylin og bryggjuna.

 

- Eg tori ikki at lova tað, men tað er ikki óhugsandi, at leysar brúgvar verða lagdar út longu til regatta-tiltakið hesaferð, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu.