Jákup Petersen, yvirlækni
----
Nú Sosialurin hevur havt eitt átak um føroyska sjúkrahúsverkið, hevur tað enn einaferð eydnast Tummas í Garði at gnýggja salt í sárini millum sjúkrahúsini.
Sum sjúkrastjóri á Landssjúkrahúsinum (LS) kundi ein síggja hann ferð eftir ferð sita í sjónvarpi og lufta sínar tankar um Klaksvíkar Sjúkrahús (KS), at tað skuldi niðurleggjast. Hetta sjálvt um hann var sjúkrahússtjóri á LS og fyri so vítt onki hevði við KS at gera.
At KS skal varðveitast er ein politisk avgerð og sjálvandi ikki nakað sum ein varastjóri á LS í tíð og ótíð skal leggja seg í.
Nú hann ikki longur er varastjóri á LS men »bert« vanligur yvirlækni, heldur hann, at tíðin er komin til at oysa burtur úr sær alt tað gall, sum hann hevur savnað saman seinastu 10 árini. Hetta gall verður so sjálvandi at renna niður yvir KS. Og nú hann allíkavæl er ígongd við at tøma seg, so skulu politkarar eisini fáa høvi at smakka hesa beisku vætu.
Leysa kanónin á Landssjúkrahúsinum
Úrslitið er sum sagt ein blandingur av reinum møsni kryddað við grundleysum pástandum og reinari niðurgerðing. Helst grundað á vánaligt innlit og útbúgving. Maðurin hevur jú ikki arbeitt sum lækni í eini 9 ár, og tað kann jú millum annað geva illgruna um hannsara førleika sum yvirlækni á LS í heila tikið.
Meira ítøkilig tó hetta:
Greinin í Sosialinum byrjar við at Tummas í Garði (TíG) gevur okkum eina mynd av sær sjálvum: »Viðbrekin, sterk persónligheit við stórum ego«.
Farið verður síðani beinleiðis til snarálop á sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri har TíG sær fyri sær stjórar liggjandi frammetir rommum við føturnar á yvirlæknunum.
Eg veit ikki í hørjum heimi TíG sveimar men eitt er púra greitt, at stjóravald er komið fyri at verða í Føroyum og vit hava frá okkara arbeiðgevara greitt fingið at vita, at farðast skal eftir hesi skipan.
Skipanin við øllum hesum stjórunum kom í kjalarvørrinum av New Public Management og hevur víst seg at verða eitt klokkuklárt sjálvmál. Í okkara grannalondum eru tey komin væl áleiðis at fara frá hesum, tí tað er ineffektivt og sjúklingafjart. Tað tekur væl eini 10 ár afturat áðrenn vit vakna herheima.
Síðani skal tað sambart TíG verða ógjørligt fyri KS og Suðuroyar Sjúkrahús (SS) at finna almen kirurg og medisinara. Hvussu kann tað so bera til at vit hava bæði almen kirurg og medisinara á KS?
Vit hava ikki brúk fyri eini tilvildarligari smælari sergrein og hesar læknar hava vit heldur ikki. Okkara kirurgur er almen kirurgur og hevur ikki sergrein. Medisinarin tað sama. Konsulentarnir taka sær av sergreinum.
Klaksvíkar Sjúkrahús- eitt sera virkið og effektivt sjúkrahús
Seinastu 15 árini hava skiftandi akslaserlæknar vitjað Klaksvíkar Sjúkrahús og framt framkomnar skurðviðgerðir. Síðani varð byrjað við hesum á LS og kom undir heitið dupultfunktión.
Seinastu 18 árini hevur framkomin urologi verið at funnið í Klaksvík. Hon er væl regulerað við sjúklingi, tryggd og førleika í miðdepulin. Urologurin sum stendur fyri virkseminum hevur lagt upp til eina skipan sum kann lyfta alla urologiina í Føroyum upp á eitt tryggt støði.
Hann hevur í hesum sambandi fyri nógvum árum síðani (stuðlaður av Heilsumálaráðnum) gjørt eina fullkomna frágreiðing um hetta. Men skurðdepilin á LS vil ikki spæla við. Teir vilja hava alt ella onki. Annars verður hetta nú kallað fyri dupultfunktión.
Almen kirurgi hevur virkað á sjúkrahúsinum í 100 ár og gerð tað framvegis. Einasti munur er, at støðið er hækkað munandi samstundis sum viðringin fyri sjúklinginum og kunnleiki til avmarkingarnar hava fingið fyrstu raðfesting.
Ortopedi hevur verið virkin á KS í meira enn 40 ár. Hon er eitt skuladømi uppá eitt virksemi sum grannalondini leggja út á smærri sjúkrahús. 85% av ortopediskum skurðviðgerðum eru sterkt standardiseraðar viðgerðir sum vanliga ikki krevja innleggjan og tryggt kunnu gerðast á smærri eindum. Hini 15% skulu miðsavnast til sjúkahús við 300.000 – 500.000 í upptøkuøkinum. Og tað halda vit fast um í Klaksvík. Ortopedi varð seinri tikin upp á LS og verður nú kallað dupultfunktiónir.
Barnaortopediin íroknað klumpfótsviðgerð hjá nýføðingum hevur 15 ár á baki í Klaksvík. Klumpfótsviðgerðin eftir framkomnu Ponzetti metoduni byrjaði í Klaksvík áðrenn hon fekk fótafesti í Danmark. Er nú standard viðgerð í flestu londum í vesturheiminum.
Hondkirurgi hevur verið virkin á KS í 15 ár og tikið sær av sjúklingum úr øllum Føroyum.
Ryggkirurgi hevur verið virkin á KS í 20 ár. Gjørdar verða tær skurðviðgerðir sum tryggt kunnu fara fram á teimum smáum sjúkrahúsum sum vit hava í Føroyum. Hetta eftir avtalu við ortopedisku og neurokirurgisku deild á Ríkissjúkrahúsinum.
Nú er so LS farið undir at taka avloysarar til at fremja ryggskurðviðgerðir. Og tað skuldið ikki undra meg um teir har fara undir viðgerðir sum aðrastaðni eru miðsavnaðar og harvið lækka støðið innan hetta øki eisini. Síðani verður helst tos um dupultfunktiónir.
Kikarakanningar byrjaðu í Klaksvík í 70-unum og hava ment seg síðani. Seinri hevur LS tikið hetta upp eisini og kallar tað sjálvandi fyri dupultfunktión.
Skipaðar útskiftingar av mjadnum og knøum fóru ígongd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 1988. Síðani komu eisini skipaðar liðútskiftingar á LS og verða nú kallað dupultfunktión o.s.fr. Men lat meg støðgað her. Næstan allar funktiónirnar sum KS hevur, eru tiknar upp, áðrenn henda viðgerð fanst í Føroyum. Síðani hevur LS eisini tikið tær upp og kallar tað dupultfunktiónir. Skulu hesar dupultfunktiónir takast burtur so er bert rímiligt, at LS leggur tær niður.
TíG herjar nú mót trøllum
Hinvegin, tá TíG tekur upp, at serlæknar koma til Føroyar (les KS/SS) og taka høpisleysar sergreinar upp, so er tað LS sum er oddafiskurin á hesum øki. Tað var einaferð ein greið ætlan fyri hvørjar sergreini vórur neyðugar á LS. Hon var sjálvandi kastað fyri borð og teir yvirlæknar sum vóru áhugaði fyri føstum starvi á LS vóru settir og teirra sergreinir bygdar upp. So TíG - sópa heima áðrenn tú kemur við kustinum til KS og SS.
TíG herjar víðari móti tí hann kallar fyri ”smáu sjúkrahúsunum”. Eg gangi út frá, at hann her meinar við KS og LS. Og her kemur fram tann veruligi vandin við tí LS sum TíG sær fyri sær. Nakað sum eg havi havt frammi fleiri ferðir.
Tað stendur at lesa um hendan vandan á fyrstu síðu í tema Sosialinum 25 nov. um sjúkrahúsini. Her endurgeva teir Tummas í Garði fyri at siga, at ”Trygdin í vanda”. Tað tragiska er tó, at tað er hann sjálvur sum er íferð við at seta trygdina í vanda.
Um ein gongur í tí vildfarilsinum at Landssjúkrahúsið er stórt so er tryggd, dyggd og tænasta í stórum vanda. Hetta er sjálvandi ein heimføðislig, nalvabeskoðandi og vandafull niðurstøða sum er til stóran ampa fyri sjúklingar. Tað verður eisini kallað følsk tryggd.
Tað vil siga, at sjúklingar í góðari trúgv lata seg uppí hendurnar á sjúkrahúsinum uttan at vita, at hetta er eitt lítið sjúkrahús við sera avmarkaðum førleikum. Á sama hátt sum KS og SS.
Munurin er bert, at vit á KS og so vítt eg veit eisini á SS eru púra greið yvir okkara avmarkingar, arbeiða eftir hesum og bera tað fram fyri sjúklingin.
Sostatt gerast KS og SS tryggari sjúkrahús at vitja enn LS og hetta hava sjúklingar sjálvandi funnið útav fyri langari tíð síðani. Við hesum fylgir eisini dyggd og sjúklingatrygd har starvsfólk eru tætt uppat sjúklingin.
Hvat hava sjúkrahúsini kostað landinum
Fara vit víðari so kemur TíG við tí gamla tvætlinum um, at tað verður sparing í at niðurleggja KS og SS. Tað er jú prógvað ferð eftir ferð, at henda sparin bert er á pappírinum. Tá avtornar liggur meiriútreiðslan eftir eitt niðurlagt sjúkrahús uppi á umleið 15%. Tað eru trygg tøl fyri tí.
Hinvegin hevur LS seinastu 15 árini fingið økt sína játtan svarandi til játtanina til KS og SS tilsamans. Harafturat eru nýbyggingar og renoveringar uppá slaka milliard gjørdar ella ávegis. Og hvat er komið burturúr? LS hevur seinastu árini fingið minni kanningar og viðgerðir tí sjúklingar av meginøkinum leita alt meira til KS nú tað gjørdist høgligt við einum undirsjóvartunnil.
Og møsnið frá Tummasi heldur Gudhjálpi mær áfram. Tí so leggur TíG høvur á skrá og fær kroyst burtur úr sær hvussu harmuligt tað er við øllum hesum kostnaðarmiklu tólunum á KS.
Eg kann vissa TÍG um, at hann kann sova tryggt. 90% av allari medisinskari útgerð stendur á LS. Restin er á KS og SS. So her hava vit tvey sera effektiv og bílig sjúkrahús sum skapa trygd, dyggd og tænastu til borgarnar í øllum landinum.
Yvilæknaførleikin lækkar støðugt
Argumentið um, at savna alla viðgerð á LS skal hjálpa uppá royndirnar hjá læknunum er heilt burturvið og fylgir omanfyrinevndu vandaleið við falskari trygd.
Seinastu árini eru eisini serlæknaútbúgvingarnar hjá føroyskum yvirlæknum versnaðar munandi. Tað er komin ein siðvenja (óvani), at læknar taka partar av sínu serlæknaútbúgving á LS.
Tað vil við øðrum orðum siga, at partar av serlæknaútbúgvingini fer fram á einum sjúkrahúsi sum hevðið verði niðurlagt um tað til dømis lá í Danmark. Síðani verður farið av og á til donsk sjúkrahús (sum eru tey vánaligastu í Norðanlondum) at taka restina í pørtum.
Hetta var ongantíð ætlanin við serútbúgving og er sjálvandi á sera lágum støði. Harafturat verður farið alt ov skjótt til Føroyar eftir, at serlæknagóðkenningin er komin.
Soleiðis fáa nógvir av okkara yvilæknunum heldur ikki tær neyðugur royndirnar sum skulu til fyri at kunna røkja serlæknatænastu í einum so avbyrgdum landi sum Føroyar.
Eisin uppdateringin av serlæknunum er í nógvum førum vánalig. Tað eru bert fáir sum hvørt ár fara longri tíðarskei av landinum til størri sjúkrahús í grannalondunum til uppdatering og at fáa sær royndir.
Narkosulæknar í Føroyum
TíG er harmur um, at tað eru narkosulæknar í Klaksvík og á Tvøroyri og, at betri var um teir vóru í Havn.
Vit høvdu fastan narkosulækna í Klaksvík og hann fór til Havnar. Og eg stuðlaði honum fullt og heilt í hesum. Orsøkin var sjálvandi, at royndir og uppdatering av einum einsamallum narkosulækna í Klaksvík varð vónleyst. Møguliga heldur frægari á LS.
Klaksvík fór so yvir til narkosulækna avloysarar. Tað vil siga narkosulæknar sum eru í starvi uttanlands og fáa sínar royndir og uppdateringar har teir arbeiða.
Hesir koma fullt uppdateraðir til KS. Og eg kann tryggja TíG um, at vit ikki seta narkosulækna avloysarar sum í áravís hava arbeitt í fyrisitingarligum starvi.
Sita serlæknar hendur í favn á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Tummas herjar víðari við, at serlæknar í Klaksvík hava lítið at gerða. Hevur hann nakað ítøkiligt?
Í skrivandi stund havi eg hesa vikuna 10 liðútskiftingar av køum og mjadnum, 3 ryggskurðviðgerðir og 14 aðrar ortopediskar skurðviðgerðir við kikara og øðrum liða og bein skurðviðgerðum.
Nakað tað sama er tá hinir serlæknarnir eru. Vit vilja helst halda arbeiðið innan fyri normala arbeiðstíð, men tað er ofta trupult hjá urologunum sum javnan fara útum vanliga arbeiðstíð. Her verður í hvussu er ikki sitið á hondunum!
Læknalig grungeving í sjúkrahúsverkinum
Sum nakað nýtt tekur TíG upp møguliga læknaliga grundgeving fyri at hava 3 fullt útbúgvin sjúkrahús í Føroyum.
Fyri tað fyrsta skal sigast, at vit hava ikki 3 fullt tilbúgvin sjúkrahús í Føroyum. Sum sagt hava vit 3 smá sjúkrahús í Føroyum har tað eina er betri fyri tá tað kemur til størri bráðneyðuga viðgerð. Hini bæði hava eina beinagrinds tilbúgving.
Tá tað kemur til læknaliga grundgeving fyri sjúkrahúsum í Føroyum so finst ongin læknalig grundgeving fyri, at hava sjúkrahús í Føroyum í heila tikið. Um gjørt verður undantak fyri hesum, so er hampulig læknalig grundgeving fyri, at hava 3 vælútbúnar skaðastovur við seingjarmøguleika, vælútbúna kanningarpark við framkomnum kanningartólum og møguleika fyri akuttum lívbjargandi átøkum sum ikki tola langvegis flytingar. Restin eigur so vítt gjørligt at fara fram uttanlands.
Politiskt/búskaparligu viðurskiftini hava sett okkum karmar at arbeiða innanfyri. Okkara uppgáva er gerða okkara gerning innan hesar karmar ístaðin fyri í tíð og ótíð brúka nógva orku til at umrøða karmarnar og leggja á hvønn annan. Heldur taka sær av sjúklinginum.
Hvør skal liva og hvør skal doyggja
At enda í greinini leggur TíG trumfin á borðið. Hini sjúkrahúsini eru orsøk til at fólk doyggja óneyðugt. Um bert hann hevðið fingið hesar sjúklingar fyrr undir hond so høvdu tey ikki doyð.
Okkara royndir benda meira á, at súklingar doyggja júst tí teir koma á LS. Skuldu als ikki verið sendir til LS. Høvdu gloymt, at hetta er eitt lítið sjúkrahús við sera avmarkaðum møguleikum. Vit hava annars ein lista!
Tað kann verða at TíG heldur seg verða Gud og avgerð hvør skal liva og hvør skal doyggja. Men í tí veruliga lívinum er hetta ikki galdandi.
Í summun førum hava vit sent sjúklingar beinleiðis av landinum og har eru fleiri sólskynssøgur sum sjúklingar kunnu siga frá.
Leys kanón á Landssjúkrahúsinum
Haldi tað verða sera óheppið at hava hasa leysu kanónina gangandi á LS. Vit byggja stillt og róligt upp eitt sera gott samarbeiði við yvirlæknar og starvsfólk annars á LS til TíG metir, at tíðin er komin til at leggja hetta samstarvið í sor. Og so byrjar hann at skjóta við síni leysu kanón sum er neyvt instilla í ein landnyrðing.
Í staðin fyri at tosa um LS tá hann verður boðin í fjølmiðlarnar, so fer meginparturin av tíðini til at hella skræpu niður yvir Klaksvíkar Sjúkrahús. Er tað ongin sum kann taka í nakkaspikið á hesum manni so vit kunnu byggja eitt gott samstarv innan sjúkrahúsverkið?