Á hugnaligari samkomu í morgun fekk spæliliðið í Vestmanna Skúla handað prógv frá borgarstjóranum, Paula T. Petersen.
- Spæliliðið er eitt lið av næmingum í 7. flokki, sum hevur til uppgávu at vera saman við yngru næmingunum nøkur fríkorter um vikuna, siga tey í Vestmanna kommunu.
Lagt verður aftrat, at endamálið hjá spæliliðnum er at seta í gongd spøl í fríkorterinum, at elva og eggja til felagsskap og at fáa teir yngru næmingarnar at røra seg meira.
- Hetta verður gjørt undir herrópinum: Meira rørsla, betri trivnaður, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.