Í 1998 vóru Carrie, Charlotte, Samantha og Miranda fyrstu ferð at síggja á sjónvarpsskíggjanum, og síðani vóru 94 partar av sjónvarpsrøðini Sex and the City gjørdir.
Røðin um lívið hjá teimum vøkru kvinnunum í New York fór um allan heim og gjørdist sera væl umtókt millum serliga kvinnur.
Í nýggjari tíð eru tveir spælifilmar gjørdir við grundarlagi í sjónvarpsrøðini, og nú skal tað vera vist, at tann triði filmurin verður eisini framleiddur.
Sjónleikarar og framleiðarar hava gjørt avtalu um, at ein nýggjur filmur skal gerast. Ætlanin stóð og fall við svarinum hjá Sarah Jessica Parker, sum er høvuðsleikari, og hon var fyrst neiliga sinnað, men tá ið hon nikkaði játtandi, bar til at fáa avtalur í lag við aðrar sjónleikarar um filmin.
Upptøkurnar til nýggja filmin byrja komandi summar.