Tess oftari teir koma, tess hægri er góðskan, bæði á sáðkyknunum, og kanska á lívinum við.
Ein nýggj vísindalig kanning vísir, at summi mannfólk skulu hava sex hvønn dag fyri økja um møguleikan fyri at gera kvinnuna við barn. Hetta skrivar danska blaðið Politiken.
Avstralskir granskarar frá lærda háskúlanum í Sydney hava kannað 42 menn, sum allir hava tað í felag, at sáðkyknur teirra eru ónormalar, tá ið tær verða kannaðar undir sjóneyku.
Avgonga hvønn dag økir um góðskuna.
Menninir vórðu bidnir um at fáa avgongu hvønn dag í sjey dagar, og hesar royndir vórðu síðani samanbornar við sáðroyndir, sum vórðu tiknar eftir tríggjar dagar við fráhaldi.
Burtursæð frá fimm monnum høvdu allir menninir færri sáðskaðar, tá ið teir komu hvønn dag, samanborið við royndirnar frá døgunum við fráhaldi, sigur BBC.
Onki sex í ein mánað
- Summi pør halda, at við at avmarka avgongurnar, batnar sáðgóðskan. Eg minnist eitt par, har kvinnan bert loyvdi manninum at fáa avgongu, tá ið hon hevði eggloysn. So ein heilur mánaður var ímillum, at stakkalin fekk sex, siger Pacey.
Hann sigur eisini, at eitt vanligt par, sum ynskir av gerast við barn, skal hava sex annan- ella triðjahvønn dag. Men ein maður, sum hevur DNA-skaða í sáðinum, eigur at hava sex oftari.
Stórur munur
Dr. Allan Pacey frá British Fertility Society greiðir frá, at meðan fráhald loyvir talinum av sáðkyknum at verða bygt upp, fer ein býtishandil fram millum góðsku og nøgd.
- Granskingin vísir, at tá menninir fáa avgongu hvønn dag, minkar týttleikin av dna-skaðum. Um hetta tal minkar úr 30 og niður í 20 prosent, er munurin er sera stórur, og átti tað at ávirka fruktbæri, siger Allan Pacey.