Annar partur av frásøgnini hjá Dinnufíu snúði seg um Acorn, og varð søgan lýst í síni heild. Vit endurgivið nakað av tí, sum longu hevur verið skrivað. Afturat hesum er tann týðandi parturin, sum Dinnafía kundi leggja afturat, og sum ikki hevur verið á prenti fyrr. Afturat hesum vóru ymisk íkøst, sum vit hava fingið frá øðrum, sum varða av hesi vanlukku.
Úrslitið gjørdist ein heilt einastandandi frásøgn, sum hevur verið ómetaliga væl umtókt ikki minst av teimum avvarðandi. Nógv hava fyrstu ferð fingið eina vitan um hendingina, sum tey ikki høvdu framman undan.
Okkurt lá eftir, sum ikki pláss var fyri í fyrru greinini. Millum hetta vóru eisini viðkomandi myndir, sum so koma við hesa ferð.
Av ítøkiligum nýggjum upplýsingum kann nevnast, at samb. sjófrágreiðingini var tað ein, sum doyði beinanvegin vanlukkan hendi, og var tað Djóni Debes, sum lá deyður í koyggjuni. Tveir aðrir doyðu seinni sama dag. Annar var hesum var kokkurin Dánjal Pauli Olsen. Hann var annars sjálvur komin upp á dekkið beint eftir vanlukkuna, men er so deyður seinni sama dag, og hinir doyðu dagarnar aftaná.
Fríðrik Klein skrivar eisini til konuna, at teir vóru ræddir fyri, at skipið fór at kolast upp, alt sum tað var, og at eingin fór at verða bjargaður, sum líkindini vóru.
Frida hjá Jákup Paula greiðir frá:
Vit hava eisini eitt sindur meira frá Fridu hjá Jákup Paula Biskopstø, og sum hon hevur tosað á band. Her greiðir hon eisini frá vanlukkuni, tá ið Pól, beiggin, doyði. Hann var farin í Stórutorvu í Gjónni eftir hvonnum. Hetta var vanligt hjá dreingjum. Men av eini ella aðrari orsøk hevur hann verið áhaldsin og er dottin.
Hetta hendi 3. juli 1925. Pápin var til skips, og hann fekk einki at vita, fyrr enn hann kom heim beint fyri ólavsøku. Tað hevur verið ein ring heimkoma.
Frida greiðir eisini frá degnum, tá ið boðini um eldin umborð á Acorn komu til Gjáar. Sum greitt varð frá í seinasta parti, var Frida eisini í skúla hendan dagin. Hetta var fríggadag, dagin eftir at Acorn kom á Reykjavík. Tey høvdu sang, tá ið tað bankaði á hurðina, og lærarin varð róptur út. Frida minnist eisini, hvussu friðarlig børnini vóru, meðan lærarin var úti, sum um tey ánaðu óráð. Børnini plagdu annars ikki at vera friðarlig, meðan tey vóru einsamøll. Eisini minnist Frida, hvussu álvarsamur lærarin var.
Síðan greiðir Frida frá, at tá mamman, Hansina, hevði fingið at vita frá Sofusi Debes, at sonurin var deyður sigur hon: ”So man Jákup Pauli ikki hava tað so gott heldur!” ”Helst tað,” svarar Sofus. Men hann visti væl beskeð, at tað tá eingin vón var um Jákup Paula, men hann orkaði ikki at fortelja tað. Hon frættir einki, fyrr enn hon fær tað at vita frá prestinum Fibiger Jensen.
Men Frida frætti hesi tíðindi fyrr enn mamman. Tað vóru onnur av teimum raktu húsunum í bygdini, sum høvdu frætt um støðuna hjá Jákup Paula. Frida hevði spurt hesi, um pápin mundi hava verið við til jarðarferðina? Nei, tað orkaði hann ikki, var svarið.
Sagt hevur annars verið frá, at Jákup Pauli varð lagdur til síðis sum deyður, men ein sjúkrasystir varnaðist, at tað kortini var lív í honum. Eisini varð sagt, at Jákup Pauli ikki fekk etið, og at hann bert kundi fáa føði gjøgnum eitt súgvirør. Restin av søguni um Jákup Paula var í frásøgnini hjá Dinnufíu í seinasta parti.
Frida greiðir eisini frá um, tá mamman Hansina doyr tvey ár seinni. Hon var sera sjúklig alla sína tíð. Hon hevði havt kikhosta sum barn og hevði hostað so illa, at lunguni vóru skadd. Hetta bara versnaði, og 2. jóladag 1931 legst hon í seingina, og hon doyr 26. mars 1932, tvey ár eftir, at Jákup Pauli kemur heim aftur av sjúkrahúsi í Danmark. Hetta er páskaaftan, tá kirkjuklokkan ringdi fyri páskum, og síðan tá dámdi Fridu einki at hoyra kirkjuklokkuna ringja fyri høgtíð.
Nú mamman var deyð, mátti tað vera Frida, sum var 15 ára gomul, ið mátti taka ábyrgdina av húsarhaldinum og taka á seg allar tær skyldur, sum mamman annars hevði havt, sum t.d. at mjólka, at ganga til neyta og annars tað, sum var at gera í einum húsi.
Sum nógvar aðrar gentur hevði Frida hug til at royna okkurt annað enn at vera heima, sum t.d. at fara av bygdini í húspláss ella fiskaarbeiði. Eisini hevði hon hug til at fara at læra at seyma. Men hetta bar als ikki til. Hon kundi snøgt sagt ikki fara frá pápanum, so skerdur sum hann var. At seyma dugdi hon kortini væl. Hetta lærdi hon av mammuni, sum sjálv hevði lært í Havn.
Eftir hesa sera truplu lívsbyrjan fekk Frida kortini eitt gott lív. Hon fekk ein góðan mann, Tummas Debes, sum giftist inn til teirra. Tey bæði giftust sama dag sum Dinnafía og Jógvan Sofus 3. desember 1937. Frida og Tummas høvdu verið góð, síðan tey vóru 10 og 12 ára gomul! Tá Frida væntaði fyrsta barnið, ynskti hon so hjartaliga, at tað skuldi verða ein drongur, so hon fekk kallað beiggjar sínar upp. Tað var eisini ein sonur, sum fekk navnið Poul Hans Jacob, sum býr í Skopun.
Hóast Frida ikki slapp ”út” sum ung, slapp hon tað seinni. Tá ið hon var 50 ára gomul, fór hon út at sigla við Tummasi, sum var stýrimaður, og tá slapp hon longri út í heim, enn hon hevði droymt um sum ung. Tá kom hon til Amerika, í Miðalhavið, í Svartahavið og aðra staðni. Sjálv var hon eisini sera takksom fyri tað lív, hon fekk. Frida var eitt framúr menniskja, sum hugsaði um øll. Skilagóð var hon sum fáur, hon mintist allar føðingardagar í ættini.
Sangurin hjá Sigurd Joensen
Sorgarleikurin við Acorn setti sjálvsagt sín dám á bygdina. Hetta verður væl lýst av Sigurd Joensen, sum seinni gjørdist kendur sakførari. Hann var 17 ára gamal í 1928. Tá skrivaði hann ein sang til fráhaldsfelagið við Gjógv. Her skulu verða endurgivin tvey ørindi, sum vísa til teir, sum doyðu við Acorn. Tey ljóða so:
Nú man felagið ársgamalt vera,
sum av unglingum stovnað
her var.
Stórar sorgir tað hevur at bera
yvir limir, tað misti frá sær.
Ja, vit limirnar mistu teir bestu,
tí er sorgin nu nívandi tung,
burtur eru nú garparnir reystu,
sorgin tyngir tí gomul og ung.
Konfirmatión
Eg konfirmeraðist sjálv í 1931 í Fuglafirði. Tá var Karl Sørensen Hvass prestur. Prestahús vóru bygd tá í Fuglafirði. Vit vóru 3 konfirmantar frá Gjógv. Brim var, so vit gingu til Funnings. Haðani vóru 4 konfirmantar. Mamman at einum teirra fekk leigað ein motor úr Funningsfirði. Hann førdi okkum til Fuglafjarðar. Vit vóru 12 tilsamans við teimum, sum fóru við konfirmantunum.
Tað skal skoytast uppí, at Gjógv er brimpláss, og tað var ofta, at tað ikki var siglandi til Gjáar. Tá kom báturin til Funnings, og neyðugt var at fara til gongu hagar. Hetta var ein fittur teinur, minst ein tími hvønn vegin, og tað var sera tungt at ganga oman aftur til Gjáar. Brekkan niðan úr Funningi er bæði brøtt og tung. Tá menn fóru til skips ella komu av skipi høvdu teir eisini nógv viðføri við sær, og tað skuldi berast. Hetta gjørdi tað ikki lættari.
Smiril sigldi eisini til Gjáar, men hetta kundi eisini taka sína tíð. Í 2003 hevði FF-blaðið samrøðu við ta tá 102 ára gomlu Onnu Askham, sum hevði verið við Gjógv og ferðast og skuldi við Smirli aftur til Havnar. Hendan ferðin tók trý samdøgur. Leggjast skuldi at ymsa staðni. Afturat hesum gjørdist illveður.
Jógvan bróðir verður konfirmeraður í Gøtu
Í 1933 verður yngri beiggi mín Jógvan konfirmeraður. Teir vóru tríggir konfirmantar frá Gjógv. Ofta fór onkur við børnunum, tá ið tey fóru av bygd at “ganga at lesa,” at fyrireika seg til konfirmatiónina. Eg fór so við Jógvan beiggja, eg var tvey ár eldri enn hann. Ein var sum æt Inga, og mamma hennara fór við henni. So var tað ein sum æt John, og systir hansara fór við honum. Hon hevði verið arbeiðskona hjá Líggjas bónda, og tey gistu har. Líggjas bóndi og Jógvan Sofus vóru trímenningar.
Vit búðu hjá Jóan Magnusi har Niðri í Syðrugøtu. Har búðu eisini Inga og Lena. Jóan Magnus var ein kendur skipari, og var umrøddur í røðini um Andrias í Tarti í FF-blaðnum. Vit skuldu búgva hjá gamla Jóan Paula, sum tey kallaðu. Jóan Pauli var sonur gamla Magnus, sum var beiggi Pætur og Jógvan í Barbustovu, og vóru vit tískil skyldfólk. Jóan Pauli átti sonin Magnus, sum í Gøtu var nevndur Magnus hjá gamla. Konan æt Anna Sofía, og hon var systir Jóan Magnus har Niðri. Har høvdu vit biðið um hús, tí gamli Jóan Pauli hevði verið at vera í Jákupsstovu við Gjógv sum húskallur. Vit fóru við einum báti til Fuglafirðar, hann kallaðist “Svenskarin”. So fóru vit til Gøtu við bili. Tá ið vit koma til Gøtu, kemur ein kona ímóti okkum. Hetta var Anna Sofía, og hon segði, at Jóan Pauli var sjúkur. Ístaðin skuldu vit búgva hjá beiggja hennara.
So fóru vit øll fýra inn til Jóan Magnus har Niðri. Hann var ikki afturkomin av skipi, men teir vóru komnir á Skála, so hann fór at verða skjótur. Hann var nevniliga skipari hjá Absalon Jacobsen, sum var ættaður úr Syðrugøtu, men var fluttur til Skála. Anna og Jóan Magnus áttu tvær døtur. Onnur kallaðist Berlina, og var beint tá á hospitalinum. Hon var annars mamma nýggja blaðstjóran á Dimmalætting, Árna Gregersen. Hin var Katrina, hon var 5 ára gomul. Tað kann verða skoytt uppí, at tey fingu seinni ein son, sum kallaðist “lítli Per”. Tað var ikki tí, at hann var so lítil. Men hetta var fyri at skilja hann frá Per Gregersen, sum giftist við Berlinu, og sum var tann eldri av teimum báðum Perunum. Katrina giftist við Óla Gregersen, sum var beiggi m.o. Petru Gregersen, sum fylti 95 ár í februar, og sum eisini varð umrødd í Sosialinum.
Hjá Jóan Magnusi vóru eini vanliga stór hús, fýra kømur vóru á loftinum. Eg svav í øðrum kamarinum í øðrum endanum, og Inga og mamma hennara svóvu í einum øðrum kamari í einari song. Og beiggi mín svav í einum húsum niðanfyri hjá beiggja hennara, Petur Paula. Tey gingu so at lesa alla ta vikuna í kirkjuna í Norðragøtu. Hetta var ein heilt fittur teinur, um hálvur tími til gongu hvønn vegin. At fara við bili var ikki hugsingur um. Tað mundi ikki vera meira enn ein bilur í Gøtu tá, hjá Poul Christoffur. Teir vóru nokk so nógvir konfirmantar.
Í Gøtu var ógvuliga gott at vera. Tann dagin, vit fara úr kirkjuni, tá tey vóru konfirmerað, fóru konfirmantarnir at geva prestinum pengar, har hann búði í Norðragøtu. Tað hevur verið í Jákupsstovu, sum var granni hjá kirkjuni. Tann dagin var pápi John, Jógvan hjá Klæminti, komin at vera við til konfirmatiónina.
Minnist framvegis mynd 73 ár aftaná!
Tá siga hini gjáarfólkini, at tey skuldu fara inn til eina konu, sum tey vóru í slekt við. Tá fara vit inn í Tjørnustovu, sum er beint við kirkjuna, og er hetta hjá langommu og -abba tínum (t.v.s. tí sum skrivar hesa frásøgn), sum vóru Petra og Absalon, og sum bæði vóru inni. Petra var ættað úr Barbustovu í Syðrugøtu og verður í einum seinni parti greitt frá sambandinum millum Gjógv og Barbustovu.
Petra vildi vera blíð, men vit vildu einki hava. Har inni var eisini ein nokk so ungur maður, sum var elsti sonur teirra. Hann æt Óla Jákup og var einkjumaður. Óla Jákup var eisini so grúiliga blíður. Hann vísti okkum bílæt av konu síni, sum hekk á vegginum. Hon var ein so vøkur kona, og var deyð ung í 1917, 24 ára gomul, beint eftir at hava fingið seinna sonin. Hon hevði fingið lungnabruna, sum einki var fyri tá í tíðini.
Tað stuttliga hjá tí, sum skrivar hetta er, at henda myndin, sum Dinnafía minnist frá 1933 framvegis hongur í Tjørnustovu, og hon er sum tað skilst av ommu míni.
So bjóðaði Petra okkum mjólk, og tað vildu vit so hava.
Eg minnist, at Petra segði, og tey høvdu lænt stólarnar í húsinum út til barsil. Milja, systir Óla Jákup, var gift við Elias Martin (Tvørfoss) hjá Marsonnu og Langa Petur Hansi, og tey høvdu lænt stólarnar til gestirnar. Barnið, sum varð doypt, var dóttir teirra Ólfríða, sum giftist yvir á Strendur. Hon verður 74 ár á ólavsøku.
Í dans
Vit fara so yvir til Syðrugøtu aftur. Sunnukvøldið fara vit inn til Magninu og Dánjal í Beitinum. Har var ein genta í hinum húsinum, hon æt Mia. Húsini vóru áføst. Anna, kona Jóan Magnus, har vit gistu, var systir Líggjas bónda. Tey høvdu biðið hana fara í dans við mær í dansistovuni. So fór eg í føroyskan dans við hesi Miu. Tað var nokk so stuttligt.
Onkur drongur lá framvið, men eg var longu forlovað tá, hóast eg bert var 16 ár. Hetta var sjálvsagt sera ungt, men var eisini mest sum í loynd. Foreldrini vistu av ongum, og vit komu bert saman á kvøldi. Men heilt loyniligt kann slíkt ikki vera, og tey yngru systkini mundu slatra heim. Men hetta dámdi teimum gomlu bara væl. Tey kendu jú drongin, og høvdu alt gott at siga um hann.
Langur vegur til Gjáar
Men til Gjáar kundu vit ikki fara fyrr enn dagin eftir. Hetta var jú um heystið, og dagurin var ikki so langur. Tað var jú ikki nøkur stutt ferð úr Gøtu til Gjáar tá í tíðini.
Morgunin eftir fara vit avstað. Tá fara vit við bili til Skipanesar. Síðan fara vit við einum báti við fjallmonnum og verða førd inn í Skálabotn. So ganga vit Millum Fjarða til Funningsfjørð. Har fara vit inn til eini hjún frá Gjógv, sum vóru flutt í Funningsfjørð. Her spyrja vit, um tað kundi bera til at fáa ein bát at føra okkum til Funnings. Her fingu vit kaku og drekka, og at fáa bát var lagamanni.
Jú, Akku skuldi føra okkum. Eg minnist kortini ikki, um hann førdi okkum til Húsarætt ella allan vegin til Funnings, og so gingu vit til Gjáar. So trupult var tað at ferðast tá í tíðini.
Annars var púra einki gjørt burtur úr konfirmatión tá í tíðini sammett við í dag. Tað mesta kundi vera ein drekkamuður við einum køkubita, og gávur var einki sum æt.
Nógvir fiskimennvið Gjógv
Tá vóru nógvir fiskimenn við Gjógv. Okkurt árið mynstraðu millum 60 og 70 fiskimenn. Í dag kunnu teir teljast á aðrari hondini.
Tá menninir vóru burtur var tómligt og rúmligt í bygdini. Tá fóru børnini at spæla og renna um allan bøin. Tá tímdu børnini at renna og spæla, nú tíma tey nóg illa til gongu.
Útróður og fiskaarbeiði
Í mínum ungdómi var útróðurin við Gjógv upp á tað mesta. Hesin var tó mestur um veturin, tá skipsmenninir vóru heima. Á sumri vóru tó eisini heimamenn, sum róðu út. Gjógv liggur jú soleiðis fyri, at teir róðu upp á seg stutt.
Tað plagdu fast at vera 6 áttamannafør, sum róðu út, og sum heitið sigur vóru 48 mans við hesum bátum.
Her var eisini veruliga talan um róður. Fyrstu 14 árini Jógvan Sofus róði út, var tað bara við árum sum greitt verður frá seinni.
Handlarnir í bygdini keyptu fiskin fyri 5 oyra pundið, og varð hann flaktur til saltfisk. Eg minnist, at tá vit komu til morgunmatar, plagdi stór fiskarúgva at liggja fyri handilsdurunum hjá Petur Kristiani og eisini hjá Sofusi. Í mínari tíð varð útróðrarfiskur ikki virkaður til klippfisk. Hetta var bert gjørt við skipsfisk.
Fiskaarbeiðið skapti heilt nógv arbeiði til heimafólkið. Tað vóru fleiri konur, sum vaskaðu fisk. Tær vaskaðu hann í hyljum og í ánni, sum var vanligt tá. Hetta hevði neyvan verið góðkent av Heilsufrøðisligu Starvsstovuni í dag!
Í einum seinni parti kemur Jógvan Sofus at greiða meira frá um útróður.