Gerhard Schrøder, kanslari, Jacques Chirac, forseti, og Tony Blair, forsætisráðharri, eru samdir um, at meiri ferð skal setast á búskapin í ES.
Á einum fundi í Berlin fyrradagin avtalaðu teir tríggir at fullføra samtyktina, sum varð gjørd á fundi í Portugal fyri fýra árum síðani, og sum hevði til endamáls at útvega ES oddasessin innan kunnleikabúskap.
-Alt ov ofta hava vit sæð, at vit nýta ikki okkara egnu gransking, og alt ov ofta verða forðingar lagdar menningini í vegin, siga teir tríggir í einum felags skrivi, sum nú er sent Bruxelles. Tí skal ein ráðharri, ein sonevndur superráðharri, setast til at skunda undir búskapin, siga teir.
Teir tríggir eru fyrr skuldsettir fyri at ganga egnar leiðir í ES-høpi, men í Berlin gjørdu teir greitt, at fundur teirra var bert ætlaður sum íblástur. Jacques Chirac vísti á, at tey trý londini eiga meiri enn helmingin av allari bruttotjóðarframleiðsluni í ES, og tí helt hann tað ikki vera so løgið, at tey hava felags áhugamál.