Meiri innihald í føroyskar fjølmiðlar

Vespuprik

Hetta var sokallaða prikið, sum Uni Arge, journalistur, bar fram í útvarpssendingini Vespuni fríggjakvøldið 7. november. Fleiri lesarar hava heitt á blaðið um at seta hugleiðingarnar há Una Arge í blaðið og gera vit tað við loyvi frá høvundanum. Vónandi kann hetta vera eitt gott íkast til orðaskiftið um fjølmiðlarnar í Føroyum.

Eg kundi hugsað mær at fingið meira at vita! Eg vil hava vitaminríka andliga føði frá føroyskum fjølmiðlum, men vit fáa bara skjótt gloymd perspektivleys tíðindapettir um uppblástar politiskar og umsitingarligar konfliktir, sum bara ørkymla. Eg vil hava meira at vita! Men vit fáa mestsum bara tónleik, hugnalig prát í tímavís um veður og vind, meira tónleik og undirhald. Av øllum tí tilfari, sum føroyskar útvarpsstøðir senda, eru meira enn 80 prosent tónleikur, prát og endursendingar! Burtursæð frá nøkrum fáum glottum er ein stórur partur av restini rópandi yvirskriftir um Pop Stars, ónøgd, kreppur og so útlendsk krígstelegramm. Eg kundi hugsað mær innlit!
Eg vil hava perspektiv-erandi, frágreiðandi, upplýsandi, útgreinandi, journalistiskar sendingar, sum vit fáa frá útlendskum fjølmiðlum. Eg vil hava samfelagsins, lívsins og heim-sins fløktu samanhangir lýstar og viðgjørdar í fyndugum framløgum og kon-septum í bæði útvarpi og sjónvarpi, so vit kunnu hvessa okkum vitið og ríka okkum sálina! Vit mugu fáa tilvitandi føroyskan journalistikk og journalistar, sum kanna, fortelja og gera vitugar samrøður. Eg kundi hugsað mær sendingar um búskap, um skaldskap og um lærdóm. Eg kundi hugsað mær sendingar um miðlar, heilsu og okkara vinnulív. Hvat við sendingum um søgu, sosialmál og heimsins lond? Eg vil hava sendingar um stjórnmál, náttúru, brúkaramál, ferðslu, moral og fólkalív. Eg vil hava føroyskar dokumentarsendingar, reportasjur, sendirøðir og portrettsendingar, tí tað er public service!
Men vit eru í alt ov stóran mun undrandi áskoðarar til eitt politiskt slagsmál uppi á einum víðopnum fjølmiðlapalli, har spyrjarar ongantíð finna inn til kjarnan í málinum, men altíð lata politikarar defi-nera veruleikan úr hvør sínum smala flokspolitiska sjónarhorni. Hvør verður klókari av tí? Hvør verður klókari av øllum hesum óviðgjørdu politisku monologunum í miðlunum? Eg skilji ikki, hví føroyskir fjølmiðlar ongan útbúgvingarpolitikk hava, og hví teir ikki fáa fólk við dokumenteraðum førleikum til at geva journalistikkinum ta tyngd og ta virðing, sum hann trongir til at fáa. Hví verða fjølmiðlafólk heldur ikki eftirútbúgvin? Eg kalli á allar fjølmiðlaleiðslur, serliga tær almennu, um at hyggja upp úr teknokratisku systemunum og forklára, hví journalistiska uppfinnsemið og fakliga viðlíkahaldið ikki verða hildin í hevd, og hví vit fáa so lítið at vita!
Journalistiska hugflogið má sleppa at blóma, skulu føroyskir fjølmiðlar muna nakað mótvegis teimum útlendsku. Nýggj konsept, manuskript við biti í, samrøður við broddi í, spurningar, sum vilja nakað, og svar, sum vita nakað, mangla í fjølmiðlunum. Vit mugu dyrka tilvitanina og upplýsandi demokratisku samrøðuna! Vit mugu fáa føroyskar fjølmiðlar, sum geva innihaldinum og ikki bara undirhaldinum og dagsaktuellum retorikki rúmd, tí tá verður eisini politikkurin betri.
Síðan nærvørpini komu, er sendiskráin hjá okkara elstu útvarpsstøð tambað sundur og líkist nógv meira skránni hjá donsku undirhaldsrásini P3 enn upplýsingarrásini P1. Tað mesta er lættgjørt, og lítið er viðgjørt. Er hetta visjónin? Okkara sjónvarp maktar nøkur dagsaktuell tíðindi og prát, hendinga dagsaktuellar sendingar og onkra væl gjørda sendirøð. Tað er tað. Haldgóð vitan vantar í miðlunum! So eg seti fram hetta uppskotið um, hvussu alt kann gerast betri:
Loftmiðlarnir skulu miðvíst fara at seta fólk at gera upplýsandi sendingar. Makta teir ikki sjálvir at gera allar sendingarnar, sum mangla, skulu til dømis fjølmiðlafólk, Fróðskaparsetrið, íløgugrunnar og Mentamálaráðið fáa á føtur eitt framleiðslufelag. Ein felag, sum skal framleiða sendingar við alskyns upplýsandi og undirvísandi tilfari um heimin, lívið og alt okkara samfelag. Sendingarnar skulu sendast í loftmiðlunum og haraftrat brúkast í undirvísingini á øllum skúlum í landinum. Sum frálíður kann hetta samstarvið gerast spírin til eina nýggja føroyska journalistútbúgving á Fróðskaparsetrinum og eina nýggja upplýsingarrás, sum vit kunnu kalla Útvarp Føroya 2. Tí vit mugu hava meira at vita!