Jan Müller
Enn er ferð ikki komin á jólahandilin. Men tey eru ivaleyst mong, sum eru farin at hugsa um, hvat tey skulu keypa til hann ella hana. Fyri tey, sum fyri trimum árum síðani vóru fegnir gevarar og glaðir móttakarar av Lætt og leskiligt verður nýggjur møguleiki í næstu viku.
Elisabeth Akursmørk og Jóhanna á Tjaldrafløtti geva í næstu viku nýggja bók út. Tær nevna hana fyri tveyaran, og í tí liggur, at talan er um bók eftir sama leisti og konsepti, sum bókin fyri trimum árum síðani var.
- Móttøkan var framúr fyri trimum árum síðani. Vit vóru eisini sjálvar væl nøgdar við bókina, og tí hava vit gjørt av, at leggja til rættis við tí fyri eyga, at tann, sum fær bókina upp í hondina, skal síggja, at hetta so at siga er framhald av fyrru bókini. Munurin er tann, at vit hesa ferð hava givið meiri rúm til bæði myndirnar og tekstin. Tað ber við sær, at bókin er eitt sindur størri, enn tann fyri var tað. Uppskriftirnar eru 107 í tali, og tað er umleið sama talið sum í fyrru bókini, siga Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisdabeth Akursmørk.
Tær fáast báðar við kost, og tær brenna báðar fyri, at nýmótans matrákið og harvið soltnar uppskriftir skulu vera atkomuligar á føroyskum, og at tað skal vera skrivað og sett upp soleiðis, at vanligi føroyingurin skal verða førur fyri at gera mat eftir uppskriftunum í bókini, uttan at tað er neyðugt við serligum innliti í mat og matgerð. Harafturat undirstrika tær, at rávørurnar, sum skulu nýtast, eru heilt vanligar og ikki eksotiskar, um tað ber til at siga tað soleiðis. Tað vil siga, at tað, sum uppskriftirnar leggja upp til skal brúkast til rættirnar, fæst í vanligu føroysku handlunum.
- Vit uppliva áhuga fyri matgerð av hesum slagnum, og móttøkan av fyrru bókini vísti, at tilvitanin um hetta er stór millum føroyingar. Hjá okkum er tað soleiðis, sum tað er í øðrum samfeløgum, har vælferðin og vælstandurin er stórur. Tað verður tosað nógv um heilsugóðan kost, og tað verður gjørdur nógvur heilsugóður kostur, og samstundis økist útboðið og nýtslan av tí, sum ikki er heilsufremjandi. Føroyingar røra seg ikki so nógv nú, sum teir gjørdu áður. Ikki heilsugóður kostur, lítil rørsla og annað, sum ikki er heilsufremjandi sæst eitt nú aftur í, at vektin hjá summum er ov høg, og at hjarta og æðrasjúkur ella tað, sum verður nevnt vælferðarsjúkur, rakar alt yngri og yngri fólk.
Framleiðslan
Lætt og leskiligt 2arin verður at fáa í næstu viku. Um tað verður týsdagin, mikudagin ella hósdagin verður nærri kunngjørt seinni. Tað valdast um, nær Føroya Prent verður liðugt við bókina, sum hevur verið í framleiðslu tríggjar teir síðstu mánaðirnar.
Longu tá ið fyrra bókin var komin út, avgjørdu Elisabeth og Jóhanna, at tær skuldu gera eina bók afturat. Tær hava støðugt umhugsað og roynt uppskriftir. Tað hevur tikið sína tíð. Í sovornari bók hevur tað visuella serliga stóran týdning.
- Tað er Jastrid Gulaksen, sum hevur Grafia, ið hevur staðið fyri at gera sjálva bókina. Saman við henni hava vit leingi verið umhugsað, hvørji stell og íløt, dúkar og dekoratiónir maturin skal borðreiðast í og á. Vit hava lænt frá familju og vinum, og vit hava lænt úr handlum og stovnum, og so hevur Jastrid gjørt av, hvussu tað skal setast saman.
Í august mánað vóru fotografarnir í fýra dagar norðuri í Klaksvík. Tá vóru allar 107 uppskriftirnar royndar og borðreiðar til myndatøku í so fínari og leskiligari uppseting, at tað skal verða innbjóðandi hjá lesarunum at royna seg.
- Vit hava hoyrt og lisið um, at tað onkuntíð í sambandi við myndatøku til sovornar bøkur bara ræður um útsjóndina, og at fyrireikingin og matgerðin og smakkurin ikki hava so stóran týdning. Soleiðis hava vit ikki vilja havt tað at vera. Allar myndirnar í bókini eru sannar. Tað vil siga, at hetta er fyrireikað soleiðis, sum uppskriftirnar leggja upp til, at tað skal gerast. Fyrsta dagin saman við myndamonnunum eydnaðist tað at fáa breyðini, bollarnar og suppurnar frá hondini, og so gekk tað slag í slag, inntil tað var liðugt.
Høvundarnir leggja ikki í at siga, hvussu nógvum eintøkum bókin er prentað í, men tær duga ikki at ímynda sær, at bókin verður útseld hesumegin jól.
- Fyrra bókin selur framvegis. Nú er hon um at vera útseld, og tað skal helst vera soleiðis, at Lætt og leskiligt 2'arin verður at fáa í bókabúðunum í 2007 og kanska 2008. Vit hava nakað av tilfari til eina bók afturat, og hugflognum og áhuganum bilar einki. Men nú fáa vit at síggja, um henda bókin fer at fáa somu stórfingnu móttøku, sum fyrra bókin fekk.
Tilfarið, sum vit hava sæð í sambandi við hesa samrøðu, stuðlar uppundir, at henda bókin fer at liggja undir mongum jólatræi! Hetta er meiri av løttum og leskiligum.
Fyllir nógv í teirra gerandisdegi
Tær báðar, sum hava skrivað Lætt og leskiligt bøkurnar, eru úr Klaksvík. Elisabeth Akursmørk er 35 ára gomul. Hon er útbúgvin økonoma og hevur arbeitt á Húsarhaldsskúla Føroya. Nú undirvísir hon í heimkunnleika á Føroya Læraraskúla, og so arbeiðir hon nógv við persónligari ráðgeving. Jóhanna á Tjaldrafløtti er 43 ára gomul. Hon er útbúgvin føðslu- og húsarhaldsfrøðingur, og hon er eisini útbúgvin diætistur ella kostráðgevi. Jóhanna er leiðari á Húsarhaldsskúla Føroya. Báðar halda tær javnan fyrilestrar um evni, sum hava við arbeiðið at gera.
107 lættir og leskiligir rættir
Nýggja matbókin er flokkað í seks kapitlar. Har eru ellivu uppskriftir upp á suppur og forrættir. 27 uppskriftir eru upp á døgurða rættir og til tað, sum kann havast afturvið døgurða. 16 rættir eru salatir og nátturðarættir, sum sjálvandi eisini kunnu nýtast sum frokostrættir ella til morgunmatarborð, sum hetta eisini verður nevnt. 14 breyð og bolla uppskriftir eru í bókini og 24 uppskriftir upp á køkur og desertir. Tey, sum eru plágað av sukursjúku, eru ikki gloymd. 15 uppskriftir eru upp á køkur og desertir til diabetis.
Tað eru teir báðir Per á Hædd og Finnur Justinussen, sum hava tikið allar tær framúr góðu myndirnar, sum eru í Lætt og leskiligt 2arin.
Jastrid Gulaksen hevur verið við í prosessini alla tíðina. Hon hevur skorið myndirnar til og brotið tilfarið um. Jastrid eigur fyritøkuna Grafia í Klaksvík.
Matur selur væl
Á heimasíðuni hjá Rit&Rák er listi yvir tíggju tær mest seldu føroysku bøkurnar. Lætt og leskiligt var leingi ovast á listanum. Sambært listanum, sum sæst á heimasíðuni hjá Rit&Rák er Okkara sangbók mest selda bókin. Føroyar – ein litblettur er næstovast. At føroyingum dámar væl at keypa og ivaleyst at geva føroyskar bøkur, sum snúgva seg um mat, eru bøkurnar á tveimum teimum næstu plássunum staðfesting av. Lætt og leskiligt er á triðja plássi, og Góðaráð, sum Jonhild Henriksen í Klaksvík gav út í 1987 er á fjórða plássi.