Meiri mentan fyri pengarnar

Meiri pengar skulu á borðið til mentan og vit skulu hava meiri mentan fyri pengarnar. Verða tilmælini og uppskotini í nýggja mentunarálitinum, Mentan og menning, framd í verki, kunnu vit rokna við eini mentunarkollvelting í Føroyum, tá ið snýr seg um skapandi og útinnandi list


MENTANARÁLIT
Týsdagurin 5. mars 2002 er ein stórur dagur fyri skapandi og útinnandi list í Føroyum. Hetta var dagurin, tá ið mentunarpolitiska ætlanin 2002-2006, sum hevur fingið heitið Mentan og menning og sum bíðað hevur verið eftir so leingi, varð løgd fyri føroyska almenningin og fyri tingið. Á eini slíkum degi eru orðini stór og føgur, ætlanirnar nógvar og pengarnir - í uppskoti - somuleiðis, og verður, sum í álitinum er mælt til, fær skapandi og útinnandi listin í Føroyum ikki bara karmar og mennandi virkiskor, men eisini tvær eina hálva ferð so nógvar pengar, sum hon fær í dag.
Álitið, sum embætisfólk í Mentamálastýrinum í høvuðsheitum hava staðið fyri, er skrivað til politikarar, játtanarmyndugleikar, listarliga umhvørvið og almenningin. Endamálið er, at vit skulu vita, hvør mentanarpolitikkur skal rekast komandi árini. Munurin á nýggja mentanaráltinum og teimum báðum undanfarnu frá 1972 og 1996, er, at hetta er ógvuliga ítøkiligt. Nýggja álitið byggir á ta undanfarna, Avmarkaðan marknað, men er meiri ein dagføring og mælir ítøkiliga til, hvussu málini, sum skotin verða upp, kunnu røkkast og setast í gongd. Eisini eru kostnaðarmetingar.

Berandi
Í høvuðsheitum byggir mentanarpolitikkurin, sum skotin verður upp í álitinum, á tveir aðalhyrnissteinar, nevniliga ein umskipaðan Mentunargrunn Landsins og á uppskot um at skipa listøkið við listaráðum. Mentunargrunnurin skal enn sum áður vera flaggskipað, tá ið umræður útinnandi list, men hann skal umskipast til ein lista-, mentanar-, og filmsgrunn, og játtanin til grunnin skal økjast munandi. Grunnurin fær í dag 3 mió. krónur, og skal sambært álitinum ráða yvir 9 mió. krónum í 2006.
Umframt verður skotið upp at lata pengarnar, sum Mentamálastýrið veitir ymsum endamálum, til mentanarlívið gjøgnum løgtingslóg um stuðul til list og listarligt virksemi. Skipast skulu listaráð umboðandi allar listagreinirnar við tí endamáli, at listagreinirnar verða mentar. Eitt mentanarráð, har fólk, ið umboða ymsu ráðini, skal eisini setast.
- Hetta skal verða eitt kjakforum, umframt at ráðið skal gera tilmæli til landsstýrismannin við mentamálum, sigur Óli Holm.
Listafólkasamband Føroya, ið í ár hevur 20 ár á baki, fær eisini høga raðfesting í álitinum. Sambært álitinum skal samgongan av listafeløgum styrkjast munandi, eisini við hægri játtan, og skrivstovan hjá felagnum skal gerast til eina tænastu og ráðgevingarmiðstøð hjá føroyskum listafólkum.

Stuðla ikki stýra
Í álitinum eru hópin av møguleikum fyri, at góðir karmar verða skaptir fyri skapandi listina í Føroyum. Á tíðindafundinum týsmorgunin legði deildarstjórin í Mentamálastýrinum, Jóannes Dalsgaard, stóran dent á, at meginreglan armslongd, sum ein franskur mentamálaráðharri kom við, eisini verður staðfest í Føroyum. Hendan meginreglan er galdandi fyri mentanarpolitikk í flestu fólkaræðiligum londum og merkir, at tað almenna skal stuðla mentanarlívinum uttan at stýra tí.
- Í minsta lagi ein armslongd eigur at vera millum politiska valdið og mentunarliga virksemið, sigur Jóannes Dalsgaard.
Álitið leggur eisini upp til størri samvinnu millum mentan og vinnulív, og á eitt økt samstarv millum listaøkið, kommunur og lokalsamfeløg. Til samanberingar kann nevnast, at meiri enn helmingurin av pengunum, ið donsk listafólk verða stuðlað við, koma frá kommunum og amtum.

Uppfylgjandi
Mentan og menning røkkur bert um tann partin av mentanarpolitikkinum, ið snýr seg um skapandi og útinnandi list. Tískil er ætlanin, at fylgt verður upp við menningarætlanum fyri aðrar partar av mentanarpolitikkinum, eitt nú varðveiting av mentanararvinum, ítróttini, mentanartiltøk fyri børn og ung, og annað.Arbeitt hevur verið við álitinum, Mentan og menning, í fýra ár undir fýra landsstýrismonnum við mentamálum. Fleiri hoyringarfundir hava verið, og listafólk og listarliga umhvørvið í Føroyum hava havt stóra ávirkan á endaliga úrslitið. Tí er nýggja álitið besta grundarlagið, vit enn hava sæð, tá ið tað ræður um at skapa karmar fyri útinnandi list í Føroyum.
- Ætlanin er, at tá ið fimm ár eru farin, skal mentanarpolitiska ætlanin endurskoðast fyri at finna út av, hvat er rokkið og hvat síðan skal gerast, sigur Óli Holm.
Um tað ikki er óheppið, at álitið kemur so seint í einum valskeiði, sigur landsstýrismaðurin við mentamálum.
- Mentanarpolitikkur hyggur frameftir. Tað er eitt stórt stig, at álitið er komið, og tilmælini og uppskotini í álitinum, meti eg, eru tiltøk, sum eiga at fáa breiðan politiskan stuðul, sigur Óli Holm.
Landsstýrismaðurin við mentamálum leggur upp til, at ein virkin og miðvísur mentanarpolitikkur verður rikin, sum hevur breiða undirtøku á tingi og í almenninginum. Hvørja undirtøku álitið fær, fáa vit at vita í næstu viku, tá ið aðalorðaskifti verður um ætlanina.