Í Noregi hava myndugleikarnir stongt nakrar flogvøllir aftur, og tað sama hava myndugleikarnir í Póllandi gjørt. Onnur lond ætla at loyva flúgving í dag, men eitt nýtt øskuskýggj úr Íslandi kann órógva ta ætlanina.
Í Danmark hava myndugleikarnir kunngjørt, at tað danska loftrúmið er stongt til klokkan tvey næstu nátt.
Danska veðurstovan váttar fyri danska kringvarpinum, at meiri øska er á veg úr Íslandi ímóti Danmark, men at enn er ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan tað fær á flogferðsluna.
Bretska flogferðslueftirlitið sigur, at tað nýggja øskuskýggið fer serliga at raka Bretland, og tí ber ikki til at siga, nær flogvøllirnir við London lata uppaftur.