Upptakt
Í Vestmanna hava tey bíða eina viku longri enn alla aðra staðni, tá talan er um fyrstudeildarhondbólt. Sunnudagin fara tó bæði kvinnur og menn í eldin, og ivaleyst ætla bæði liðini at verja FM-gullið, sum tey vunnu so trygt í vár.
Alt tykist spennandi
Hjá kvinnunum tykis talan hetta vikuskiftið at gerast um tveir ógvuliga spennandi dystir.
Á Hálsi í Havn verður lokaluppgerð, tá Kyndil og Neistin fara at takast. Eftir at Kyndil eitt skifti í 90?unum vann sær eitt yvirtak í hesum uppgerðum, hevur Neistin oftast verið omaná tey bæði seinnu árini.
Nú tykist Kyndil tó aftur at vera styrknað nakað, og tó at tær taptu fyrsta dystin á árinum, so boðar tað kortini frá góðum, at tær eitt skifti vóru um at koppa Stjørnuni á heimabeiti. Neistin tykist hava á leið somu styrki, sum tey undanfarnu árini, so spennandi sær tað í øllum førum út.
Á Skála skuldu uppflytararnir tey bæði seinastu árini av røttum dystast, men hesin dystur er nú útsettur til mikudagin, 31. oktober. Orsøkin sigst vera, at høllin á Skála ikki er tøk sunnudagin, men einki er at ivast í, at hetta fer at koma væl við hjá skálafólki. Leygardagin kann nevnliga roknast við, at fótbóltsliðið á vestara arminum fyri fyrstu ferð fær sæti í bestu deildini, og so er lítið at ivast í, at talan verður um opið hús.
Seinni dysturin verður tann í Vági, og føroyameistararnir úr VÍF kundu neyvan fingið eina harðari byrjan upp á kappingarárið. Seinnu árini hevur VB støðugt nærkast føroysku hondbóltstindunum, og eftir tvær taptar steypafinalur á rað, halda tey í Vági helst, at nú er tíðin komin, til at okkur stórt skal henda. Í fjør varð liðið í stóran mun skert av skaðum, men nú allar eru tøkar aftur tykist liðið hava funnið røttu styrkina. VÍF ætlar sær hinvegin uttan iva at endurvinna gullmerkini, og í so máta kann dysturin í Vági helst geva eina sera góða ábending um, hvussu fer at gangast við hesum.
Fleiri styrkisroyndir
Hjá monnunum eru somuleiðis tveir dystir á skránni, og her tykist talan í øllum báðum førum at gerast um eina styrkisroynd hjá nøkrum av liðunum, sum ætla sær í oddin hetta kappingarárið. Tríði dysturin skuldi verið ímillum StÍF og H71, men eins og hjá kvinnunum verður hesin dystur útsettur til seinasta dagin í oktober.
Á Hálsi má Neistin metast sum favorittur móti Kyndli. Neisitn hevur í ár styrkt sær nógv um hópin, og millum annað er hetta gjørt við fólki úr Kyndli, sum hevur mist heitt fitt av fólki. Tískil eru teir grønu nú í ferð við at byggja eitt nýtt lið upp, hetta átti Neistin at kunna gjørt sær dælt av, men hinvegin kann einki takast fyri givið í eini lokaluppgerð.
Hin dysturin sunnudagin verður í Vestmanna, har kollfirðingar framvegis eiga heimavøll. KÍF sýndi í fjør, at teir hava fólkið til at gera um seg í oddinum, men úrslitini vóru tó ov óstøðug, og ikki minst í fyrru kappingarhálvu lá heilt illa fyri hjá teimum. Í Vestmanna gekk hinvegin upp á stás, og liðið gjørdist ein greiður føroyameistari, og ivaleyst ætla teir eisini at so skal verða í ár. Móti KÍF fær liðið sína fyrstu styrkisroynd, og so er spurningurin, hvussu hetta fer at tørna út.