Leygardagin vitjaði ÍF føroyameistararnir úr Klaksvík, Mjølnir, og um tað var nakar, sum vísti meistaraspæl í tí dystinum, so var tað ÍF. Teir snøgt sagt hølvaðu Mjølnir av.
Serliga vóru tað Pól Gudmundson og spælandi venjarin Suni Hansen, sum gjørdu vart við seg í dystinum, sum ÍF vann 3-0 við settúrslitunum 15-6, 15-13, 15-9.
Við sterkum álopsspæli gjøgnum miðjuna og góðum blokkum eydnaðist tað fuglfirðingum at halda Mjølnir í stuttum teymum allan dystin, og álopsspælið hjá klaksvíkingum kom ongantíð til sín rætt.
ÍF legði seg beinanvegin á odda í 1. setti, og hóast teir tóku sær eitt sindur av løttum í 2. setti, hevði ein alla tíðina varhugan av, at teir høvdu fult tamarhald á støðuni ? og tað høvdu teir. Mjølnir var á odda 13-10 í hesum settinum, men so setti ÍF ferð á aftur og vann settið 15-13. Seinasta settið var ein avgreiðsluspurningur, og ÍF vann 3-0.
Mjølnir bleiv sum sagt føroyameistari í fjør, men teir hava mist nógvar av spælarunum, sum vóru á liðnum í fjør. Eitt nú kunnu vit nevna Klæmint Isaksen, sum nú er spælandi venjari hjá Fleyr.
Klaksvíkingar mugu nú spæla nýggjar spælarar inn á liðið, og tílíkt tekur altíð sína tíð. Møguliga kemur Jógvan Jacobsen aftur á liðið, men spurningurin er, um tað er nóg mikið hjá Mjølni til at endurvinna meistaraheitið.
Kvinnurnar halda
fram har tær sleptu
Meðan menninir fingu ein sekk frá ÍF, gekk betur hjá kvinnunum, sum høvdu vitjan av TB. Við rutinuni hjá Marjun Kalsø og øðrum hevði Mjølnir alt at siga í dystinum. Kvinnurnar hjá Mjølni vunnu eins og menninir føroyameistaraheitið seinast, og tær eru væl samanspældar. Í løtuni er ilt at fáa eyga á nakað lið, sum kann hótta tær í kappingini um gullið.
Fleyr vann á SÍ
Sunnudagin var dystur í Havn millum menninar hjá Fleyr og SÍ. Her vann Fleyr 3-1, og sigurin var uppiborin. Fleyr hevur væl breiðari hóp enn SÍ, men tað er eingin ivi um, at tá tað kemur til stríðsvilja, tekur eingin liðið úr Sørvági.
Fleyr vann 1. settið rímiliga snikkaleyst. SÍ hevði trupulleikar við at fáa servurnar upp, og liðið hevur mist spælarar í rutineraða endanum. Men stríðsviljin hjá sørvágsliðnum kom til sjóndar í 2. setti. Fleyr førdi 9-6, men SÍ arbeiddi seg upp á 14-13. Fleyr fór fram um aftur 16-15, men at enda vann SÍ hetta spennandi settið 17-16.
Nú var aftur javnt í settum, men í 3. setti beindi Fleyr allan iva til viks. Tummas Óli Mortensen kom inn í triðja setti, Fleyr broytti uppstillingina, og so bleiv SÍ-liðið spælt út av vøllinum. Havnarliðið vann eisini 4. settið og sostatt dystin 3-1, men tað er eingin ivi um, at tað skal nógv til afturat hjá Fleyr, áðrenn teir kunnu vera heilt nøgdir. Móti SÍ kláraðu teir at halda fast í 4. setti, men tað skal meira støðugt spæl til, um teir skulu gera seg galdandi í ár.