Meistararnir í HB hava í dag rættuliga styrkt um sína støðu sum oddalið. HB vann í dag 1-0 á Sandi. HB hevur nú
17 stig fyri sjey dystir, og tað eru fimm stig niður til tey næstu.
B36 kiksaði aftur í dag. Víkingur vitjaði í Gundadali, og Víkingur vann 2-1. Harvið er Víkingur komin upp á tólv stig, sum er sama stigatalið, sum B36 hevur.
Í Fuglafirði var heimaliðið greitt omaná, og tað var eingin ivi um 2-0 heimasigurin, sum ber við sær, at ÍF hevur tólv stig og harvið er á øðrum plássi saman við Víkingi og B36.
Í Streymnesi var botnuppgerð. EB/Streymur hevði vitjan av AB, sum legði rygg til 2-1 tap. Harvið er AB isolerað í botninum við bara tveimum stigum.
Tey, sum renna undan AB, eru B71 og FC Suðuroy, sum hava seks stig. EB/Streymur er komið upp á átta stig og er harvið eitt stig aftanfyri B68, sum aftur er eitt stig aftanfyri NSÍ.
-----------
B36-Víkingur 1-2 (0-1)
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Meinhard Joensen - Johan Ellingsgaard (Magnus Olsen, 88.), Dimitrij Jankovic, Klæmint Matras, Bárður Olsen - Jákup á Borg, Odmar Færø, Heini í Skorini (Høgni Eysturoy, 70.), Róaldur Jacobsen, Hjalgrím Elttør - Christian R. Mouritsen
Gult kort: Dimitrij Jankovic
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Bárður Hansen - Sølvi Vatnhamar (Hans Pauli Petersen, 90.), Nenad Stankovic, Súni Olsen, Sam Jacobsen (Martin Olsen, 90.), Kaj Leo í Bartalsstovu (Hjartvard Hansen, 78.) - Finnur Justinussen
Gult kort: Atli Gregersen, Niclas Niclasen
0-1: Sam Jacobsen 4.
B36-verjan sløsaði í brotsteignum, og bólturin endaði hjá Sam Jacobsen, sum sendi bóltin í málið.
Hálvleikur í Gundadali.
2. hálvleikur
Viljin hevur verið góður, men serliga hjá B36 hevur verið striltið at fáa samanhangandi spæl umvegis miðvøllin og fram til fremstu menninar.
Vinstri vongverji hjá B36, Símun Joensen, er framvegis skaddur, og Sigfríður Clementsen leitar eftir avloysara. Í 1. hálvleiki var Bárður Olsen vinstri vongverji, og nú eftir steðgin er hann fluttur fram á miðvøllin, meðan Odmar Færø er fluttur aftur á vinstra vongverja.
62. min
0-2: Súni Olsen umsetir brottspark til mál.
74 min.
1-2: Høgni Eysturoy
Eftir at B36 leingi hevur verið undir trýsti, og víkingarnir hava verið tætt við at økja um leiðsluna, eydnaðist tað heimaliðnum at minka um munin. Eftir langt útspark frá Meinhardi Joensen spældi Hjalgrím Elttør innskifta Heina Eysturoy leysan, og nú er spenningur komin í aftur í Gundadali.
90 min.
Dómarin hevur lagt seks minuttir aftrat. B36 hevur spent álopsbogan eitt nú við at flyta Dimitrij Jankovic fram í álopið. Jankovic hevur havt góða skotroynd, sum Geza Turi meistarliga vardi fyri.
Liðugt
1-2
**
ÍF-FC Suðuroy 2-0 (1-0)
Dómari: Dagfinn Olsen
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Poul Ennigarð (Uni R. Petersen, 39.), Kaj Ennigarð, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni (Frank Poulsen, 62.), Fritleif í Lambanum, Karl Løkin (Atli Petersen, 84.), Andy Olsen - Øssur Dalbúð, Nenad Saric
Gult kort: Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum, Karl Løkin
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Karl Lisberg (John Poulsen, 80.), Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Kári í Lágabø - Teitur Tausen, Mamuka Toronjadze (Arthur Tausen, 84.), Palli Augustinussen, Martin Tausen - Jón Krosslá Poulsen, Obi Charles
1-0: Kaj Ennigarð 20.
Verjuspælarin Kaj Ennigarð stútaði bóltin í málið eftir frísparksinnlegg úr vinstru frá Karl Løkin.
2. hálvleikur
Málmøguleikar eru í báðum endum. FC Suðuroy spælararnir eru vandamiklir í skjótálopum.
70 min.
2-0: Nenad Saric
Eftir innkast í høgru samanspæla teir á heimaliðnum væl, og Øssur Dalbúð spældi við góðari sending Nenad Saric leysan.
80 min.
Alt bendir á tryggan heimasigur, tí ÍF hevur ógvuliga gott tak á spælinum.
Liðugt!
2-0
**
B71-HB 0-1 (0-1)
0-1: Hendrik Rubeksen, 35.
HB hevur havt takið á dystinum, men bæði liðini hava havt royndir á málið, nú 25 minuttir eru spældir.
Eftir eitt innlegg og nærdyst í brotsteignum datt bólturin fyri føturnar á Hendriki Rubeksen, sum kundi seta bóltin í málið.
Hálvleikur
Í 2. hálvleiki hava bæði liðini lagt bragdligari og ferðmiklari fyri. Mads Hentze hjá B71 hevði eftir horna roynd við høvdinum, sum varð bjargað á strikuni. Símin Hansen sendi returbóltin upp um málið.
Rógvi Poulsen hjá HB hevur havt gott gjøgnumbrot, men fyrrverandi liðfelagi hansara, Bárður Johannesen, sum verjir B71 málið, vann tvídystin teirra millum.
Liðugt
0-1
**
EB/Streymur-AB 2-1 (1-1)
Dómari: Ransin Djurhuus
0-1: Evrard Ble, brts.
1-1: Santos
Eftir eitt frísparksinnlegg inn í brotsteigin, dømdi dómarin brotsspark, sum Ble sendi í málið.
Santos dregur væl, spælir bandaspæl og skorar.
Hálvleikur.
Eftir steðgin hevur heimaliðið sett ferðina upp.
70 min
2-1: Pætur Dam Jacobsen
Eftir innlegg og út frá aftur smekkaði Pætur til og so var heimaliðið á odda.
88 min
Dómarin vísir AB málverjanum reyða kortið. Ivaleyst tí málverjin, sum hevði tak bóltinum, hevur sagt okkurt, sum dómaranum avgjørt ikki hevur líkað at hoyra.
Liðugt
2-1