Meistararnir løgdu bragdliga fyri

Kvinnur: HB er á veg úr Klaksvík við tapi

KÍ er meistari, og HB verður roknað at vera eitt av evnunum at vinna FM í 2020.

Í fjør vann HB annan dystin í Klaksvík – 2-0 – og hin endaði við 3-2 heimasigri.

Í dag hittust KÍ og HB kvinnurnar í fyrsta umfari í góðveðrinum í Klaksvík, og heimaliðið vann 3-2.

Einasta málið í fyrra hálvleiki skoraði Eyðvør Klakstein eftir skjótt álop. Uppleggið átti Evy á Lakjuni.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru HB kvinnurnar óhepnar at gera sjálvmál.

Eitt korter undan leikloki kom spenningur í aftur, tí tá minkaði HB um munin til 2-1. Málskjútti var Jónva Hentze eftir upplegg frá Juliu Naomi Mortensen.

Sjey minuttir undan leikloki økti KÍ um munin til 3-1. Evy á Lakjuni skoraði, og Sanna Svarvardal átti uppleggið. KÍ misnýtti í seinna hálvleiki tríggjar stórar málmøguleikar.

Spenningur kom í aftur ein minutti undan leikloki, tá ið HB minkaði um munin til 3-2. Málskjútti eftir hornaspark var Sunniva Willemoes.

KÍ megnaði síðsta minuttin at halda HB frá KÍ málinum, og so endaði tað 3-2 til heimaliðið.