Meistararnir mistu stig á Skála

FTZ-deildin: Málskjúttar, hagtøl og støður.

Fult umfar hevur verið í FTZ-deildini hjá monnum hetta vikuskiftði. Eftir fýra sigrar á rað tapti Team Klaksvík í gjár, tá ið teir vóru á vitjan hjá VÍF í Vestmanna. Úrslitið gjørdist 32-29 til VÍF.


Í dag spældu meistararnir úr H71 í ítróttarhøllini á Skála, og ímóti StÍF fingu teir bara tað eina stigið við sær til Hoyvíkar. Dysturin endaði javnur 26-26 eftir at H71 annars var á odda 13-11 í hálvleikssteðginum.


Triði dysturin hetta vikuskiftið var í Kollafirði ímillum KÍF og Kyndil. Her eydanðist tað Kyndli at fáa annan sigurin í ár umvegis ein 22-19-sigur. Kyndil var á odda 11-7 í hálvleikssteðginum.


Støðan í FTZ-deildini hjá monnum sæst HER, og hagtølini síggjast niðanfyri:


VÍF – Team Klaksvík 32-29 (17-16)


VÍF: Filip Jojic 11, Julian Olsen 7, Sjúrður Olsen 5, Bjarti Hansen 4, Andrias Eriksen 3, Agga í Garðastovu 1, Jákup A. Joensen 1

Útvísingar: 6 x 2 minuttir


Team Klaksvík: Ludvík Súnason 9, Hørður F. Sigtórsson 7, Finnur Hansson 4, Vilhelm Vilhelmsen 4, Sámal á Tjaldrafløtti 4, Jens Pauli Mohr 1

Útvísingar: 2 x 2 minuttir


KÍF – Kyndil 19-22 (7-11)


KÍF: Rúni Joensen 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Teitur Joensen 2, Poul Finnur Egholm 2, Magnus Muller 1, Vilhelm Magnussen 1, Jákup Trygvason 1

Útvísingar: 4 x 2 minuttir


Kyndil: Tummas Pauli Hanusarson 7, Høgni Klein Olsen 4, Hjalti Mohr Jacobsen 4, Bartal Klein Olsen 4, John í Innistovu 2, Rókur Akralíð 1

Útvísingar: 1 x 2 minuttir


StÍF – H71 26-26 (11-13)


StÍF: Allan Norðberg 7, Djóni J. Petersen 6, Sveinur Justinussen 5, Pætur Johansen 3, Jógvan G. Joensen 3, Marius Joensen 2

Útvísingar: 4 x 2 minuttir


H71: Hilmar Leon Jakobsen 8, Leivur Mortensen 5, Mark Marcher 3, Hans Kári Hansen 3, Pætur Thomsen 2, Andor í Horni Sivertsen 2, Esbern Patursson 1, Sigmundur Nolsø 1, Boas Heinesen 1

Útvísingar: 5 x 2 minuttir