Eftir átta ára oyðimarkargongd nærkast HB meira og meira FM-heitinum, sum teir møguliga kunnu vinna á triðseinasta leikdegi, tá ið teir fara til Klaksvíkar at dystast við mest vinnandi felagið í føroysku 1. deildini, KÍ.
Tá ið HB seinast gjørdist føroyameistarar í 1990, var tað júst á triðseinasta leikdegi í Klaksvík hin 16. september 1990.
Ta ferðina vann HB 3-0 í Klaksvík, og ein av núverandi HB-leikarunum, Rói Árting, gjørdi tvey av málunum í tí dystinum.
Løgdu trýst á
beinan vegin
HB legði fyri sum eitt ódnarveður í dystinum sunnudagin.
Teir spældu skjótt og neyvt, og verjan hjá VB hevði stórar trupuleikar av serliga Súna Fríða Johannesen, men eisini Magna á Lakjuni, Jens Erik Rasmussen og Allan Mørkøre.
Tá ið sjey minuttir vóru leiktir av dystinum, fekk HB hornaspark í vinstru síðu.
Jens Erik Rasmussen skjýtur høgt og nær við málinum, og við handaru stong stendur Súni Fríði Johannesen og kann lættliga seta pannuna undir bóltin og beina hann í netmeskarnar aftan fyri Bjarna Johansen í VB-málinum.
Fyrri hálvleikur var fyri tað mesta eitt langt HB-álop, og vágbingar vóru rættiliga sjáldsamir gestir á HB-hálvuni.
Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin var VB í álopi, og tað endaði við, at teir gjørdist tveir vágbingar móti einum HB-ara.
Jóan Pauli Olsen hevði bóltin nakað úti í vinstru, og tá ið Kaj Leo fór út ímóti honum, trillaði Jóan Pauli bóltin yvir til ein púra leysan Rógva Thorsteinsson, sum hevði lætt við at seta bóltin í netið til 1-1.
Málið tóktist tó ikki at nerva oddaliðið.
Teir hildu fram við sínum flótandi álopsspæli, og var tað ikki fyri ein sera vælleikandi Bjarna Johansen í VB-málinum, so hevði heimaliðið fingið enn fleiri mál hesa løtuna.
Beint áðrenn útjavnandi málið hjá vágbingum, hevði Bjarni eina fepurbjarging eftir ein skallara frá Allan Mørkøre.
Stutt eftir málið hjá vágbingum, hevði Bjarni eisini eina frálíka fótparadu, tá ið Magni á Lakjuni royndi seg úr stuttari fjarstøðu.
Stadionurið var júst farið um hálva tíman, tá ið Magni á Lakjuni slapp leysur í vinstra borði.
Hann trekti til baklinjuna og sendi so inn fyri málið, har bæði Súni Fríði Johannesen og Allan Mørkøre komu stormandi. Tann seinast nevndi fekk onkursvegna trýst bóltin í málið, og so var oddaliðið framman fyri 2-1.
Fýra minuttir seinna er aftur mál. Súni Fríði Johannesen snýtir ein verjuleikara hjá VB, rundar Bjarna Johansen og úr spískum trillar hann bóltin í málið til hálvleikstøðuna 3-1.
Tvey mál fyrstu
fýra minuttirnar
HB helt fram í seinna hálvleiki, har sum teir sleptu í fyrra.
Bara tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið einir fýra HB?arar spæla ímillum sín inni í brotsteiginum hjá VB. Bólturin endar hjá Róa Árting, og veteranurin smekkar bóltin í málið til 4-1.
Tveir minuttir seinni er tað besti maður á vøllinum, Súni Fríði Johannesen, sum aftur er upp á spæl.
Hann snýtir tveir vágbingar, og endin er, at teir taka beinini undan runavíkinginum, og so var brotsspark. Tað setti Allan Mørkøre ósvikaliga trygt í netið.
Heimaliðið kundi kanska fingið eitt brotsspark aftrat, tá ið Bjarki Mohr eitt korter fyri dystarlok fór allan vegin fram í vinstru síðu, og tá ið hann kom inn í brotsteigin varð hann rendur um koll, men dómarin lat ikki við seg koma hesaferð.
Løtu seinni mundi Súni Fríði Johannesen gjørt ársins mál, tá ið hann tamdi eitt innlegg við bringuni, áðrenn hann kastaði seg afturav og saksaði bóltin móti málinum, men royndin fór beint oman fyri málið.
Sigurin kundi
verið størri
Vóru HB?arnir eitt sindur neyvari og eitt sindur hepnari, so vunnu teir kanska eini 8-1.
Onkrir møguleikar blivu misnýttir upp á tað skammiligasta, og til tíðir var tað so frálíkt málmansspæl frá Bjarna Johansen, sum forðaði teimum í at fáa mál.
Oddaliðið er sterkt á flest øllum plássum. Tað er staðfest fleiri ferðir í ár, at verjan hjá HB við Hans Fróða Hansen, Hans á Lag, Johannes Joensen og Bjarka Mohr er tann stinnasta í landinum.
Haraftrat var miðjan stak góð, serliga eftir at Rói Árting kom á vøllin tíðliga í fyrra hálvleiki.
Í álopinum spældi Súni Fríði Johannesen helst sín besta dyst í ár.
VB liðið var langt frá sannførandi. Tað skal tó havast í huga, at vágbingar noyddust at verða bæði Coolio og Eyðun Kjærbo fyri uttan, tí at teir vóru leikbannaðir.
Hetta rakar meint, serliga hjá einum liði sum VB, sum ikki hevur ein alt ov stóran hóp at velja úr.
Tað er ilt at ímynda sær, at HB verður tikið í ár, og í løtuni sær liðið út til at mennast fyri hvønn dyst.