B36 vann ársins landskapping hjá monnum sera sannførandi, og KÍ vann ársins landskapping hjá kvinnum ikki minni sannførandi.
Bæði venjararnir hjá B36 - Mikkjal Thomassen og John Petersen - og venjarin kjá KÍ kvinnunum, Erik Ernesto Nielsen, eru í uppskoti til at gerast ársins venjarar.
Sambært Sosialin fríggjakvøldið eru uppskotini til ársins venjarar hjá monnum, sum fingu flestar atkvøður Mikkjal Thomassen/John Petersen, B36, Aleksander Djordjevic, KÍ og Heðin Askham, EB/Streymur.
Hjá kvinnum eru uppskotini at verða ársins venjari Jacob Thomsen, B36, Erik Ernesto Nielsen, KÍ, og Lennard Pedersen, AB.
Tað eru venjararnir, liðformenninir og ítróttartíðindafólkini, sum hava atkvøtt. Sum í øllum hinum kappingunum so er tað ikki loyvt venjarum og liðformonnum at atkvøða fyri einum úr sínum egna felag.
Hvørji verða ársins venjarar verður avdúkað á almennari samkomu á Hvonn klokkan 17 í dag. Til ber eisini at fylgja við á Rás2, sum sendir beinleiðis frá tiltakinum.