Meistaraverk frá beinkinum

Mest avgerandi leiklutin í oddadystinum millum HB og GÍ mundi Jóhan Nielsen hava, tá hann sera skjótt lagaði liðið til dystarstøðuna. Einsamallur var hann tó ikki um sigurin, og serliga fekk hann hjálp frá einum væl uppløgdum Helga L. Petersen

 

HB-GÍ

Fótbóltur


Tað var fyrsti veruliga oddadysturin á árinum, sum var á skránni, tá HB og GÍ hittust í Gundadali dýra biðjudag. Saman við VB høvdu bæði HB og GÍ fult stigatal undan dystinum, og vildi ein møguligur vinnari tí fáa ein kanska avgerandi fyrimun í oddastríðnum.

Tað var eisini sjónligt, at tey hjá heimaliðnum royndu at gera nógv burtur úr dystinum. Undan dystinum varð lýst við, at bilaframsýning fór at vera í hálvleikinum, og tá spælararnir komu á vøllin var eisini ein maskottur at síggja teirra millum. Talan var um hina væl kendu HB-haruna, og sambært leikskránni var ein ov orsøkunum, til at HB hevur haruna sum maskot, at hon ber eydnu við sær.


Óvæntað uppstilling

At byrja við var eisini líkt til, at talan skuldi gerast um enn ein HB-dag í Gundadali. Ikki minst takkað verið einum sera óvæntaðum taktiskum trekki frá Ion Geolgau. Síðani hann kom til HB, hevur rumenin at kalla uttan undantak nýtt 4-4-2 spæliskipanina, har einstaki leikararnir hava eina sera væl defineraða arbeiðsuppgávu. Nakað, sum ofta hevur givið bonus.

Hesa ferð hevði Ion tó tikið gøtumenn á bóli. Spæliskipanin var broytt til 4-3-3 við Allan Mørkøre heilt uppi í álopinum, og fyrstu løtuna av dystinum gav hetta eisini gøtumonnum alstórar trupulleikar. Við at beina bóltin út í síðurnar, royndi HB at leggja trýst oman móti GÍ-málinum, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn úrslit spurdist burtur úr hesum. HB uppspæl endaði hjá Una, sum var farin nakað út í vinstru síðu. Við dragingini hevði hann tikið alla miðverjuna hjá GÍ, og tá bólturin so varð sendur inn í tómrúmið, kom Rógvi Jacobsen við fullari ferð og stútaði bóltin niður í graslíki og í málið.


Styrkin hjá Jóhan

Beint eftir málið gav GÍ HB eina álvarsliga hóttan, men Bárður hevði eina framúr góða bjarging, tá Bartal stútaði knallhart eftir hornaspark. Hóast hetta, so tóktist tað, sum hevði HB tamarhald á dystinum. Ikki minst takkað verið óvæntaða upplegginum frá Ion, sum Jóhan Nielsen tóktist hava ilt við at gjøgnumskoða fyrstu løtuna.

Jóhan verður tó ikki mettir sum ein besti venjarin í landinum uttan orsøk. Eftir fyrsta korterið hevði hann sæð nóg mikið, og frá skiftisbeinkinum fór hann í holt við at umskipa liðið. Umskipa er kanska heldur nógv sagt, tí talan var í veruleikanum bert um eina veruliga broyting. Hendan gjørdi hinvegin somikið stóran mun, at GÍ brádliga byrjaði at koma alt meira við í dystin. Við at flyta antin Helga ella Óla ? men ongantíð báðar ? oman á vinstra miðvallarplássið, tá HB hevði bóltin, fekk GÍ nú tamarhald á miðvøllinum. Hetta viðførdi, at alt fleiri bóltar vórðu vunnir, áðrenn HB veruliga slapp í álop, og so er tað eisini styttri at byggja álop frá miðjuni, heldur enn úr egnum brotsteigi.

Spakuliga trýstu gøtumenn spælið niðan móti HB málinum, og tá farið var um miðjan hálvleikin, gav hetta eisini úrslit. Gøtumenn spældu róligt upp í vinstru síðu, har Henning hevði dittað sær framvið. Uttan at verða órógvaður serliga nógv, sendi hann ein innskrúvaðan bólt móti HB málinum, og í fullari ferð kundi Helgi stýra bóltin í handara horn, meðan Bárður í HB-málinum var fangaður á skeiva beininum.

Hóast málið var úrslit yvirtakinum, sum GÍ hevði vunnið sær á miðvøllinum, so var tað eisini úrslit av tveimum grovum mistøkum í verjuspælinum hjá HB. Fyri tað fyrsta fekk Henning alt ov góðar stundir at leggja bóltin innfyri, og harafturat varð Helgi dekkaður skeivu megin, soleiðis at hann kundi renna beint inn í bóltin.

Um GÍ málið skapti øsing ella frustratión millum HB-leikararnar, er ilt at siga, men í øllum førum tók ein støða seg upp, stutt eftir hetta, sum veruliga setti øði í leikararnar. Meðan leikararnir bíðaðu eftir, at eitt fríspark skuldi sendast í HB brotsteigin, slerdi Allan Mørkøre Pól Ennigarð í búkin, so hesin varð liggjandi flatur á vøllinum. Dómarin lat tó ikki við seg koma, og eina løtu bóru áskoðararnir ótta fyri, at dysturin kundi gerast heilt ógvusligur.

Soleiðis varð tó tíbetur ikki, og ein partur av frágreiðingini var helst, at GÍ?arnir skjótt hevndu seg á best hugsandi hátt.

Eingin vandi tóktist vera á ferð, tá Magni Jarnskor takklaði bóltin frá Allani Mørkøre. Bólturin støkk langt burtur, og Vagnur M. Moretnsen tóktist halda, at talan um var um innkast til HB. Linjuverjin veittraði tó ikki, og meðan Vagnur og hinir HB?leikararnir bara bíðaðu, stakk Magni avstað við bóltinum. Komin heilt oman móti málinum fekk hann í tveimum atløgum lagt bóltin inn til Helga, so hesin við einum bleytum skallara kundi leggja bóltin í málið.


Veikleikin hjá Ion

Var tað ein fragd fyri eygað at síggja, hvussu væl Jóhan Nielsen megnaði at umskipa GÍ-liðið, so var tað hinvegin merkisvert, at HB at kalla einki mótspæl átti. Størsta fyrimunin á vøllinum áttu GÍ á miðjuni, har teir alla tíðina vóru í yvirtali, men kortini var tað sera sjáldan, at nakar HB-leikari kom úr verjuni at stuðla upp undir miðvøllin. Hetta hóast GÍ í verjustøðu bert hevði ein mann á toppinum.

HB hevur fleiri frægar bóltleikarar í verjuni, men onkursvegna vórðu hesir alla tíðina hildnir heima, og tað var ikki fyrr enn Jón Rói Jacobsen kom inn fyri ein skaddan Jóhannis Joensen, at hetta hendi. Allar helst var tað fyri at spara unga leikaran, at Jón Rói varð hildin á beinkinum til dystin, men einki er at ivast í, at liðið hevði verið sterkari við honum í miðverjuni, heldur enn Hans á Lag. Hans byrjaði hetta árið við at fáa ein álvarasligan skaða í fótin, og hóast hann nú er komin fyri seg kropsliga, so er enn langt eftir á mál, áðrenn dystarvenjingin er, sum hon skal vera.

At HB soleiðis lat GÍ halda yvirtalið á miðvøllinum allan dystin, viðførdi eisini, at talan var um sera fá gjøgnumspæld HB-álop í seinna hálvleiki. Teir fingu tó strítt seg upp á javnt, men heldur ikki tá var talan um nakað gjøgnumspælt álop. Rúni Nolsøe fangaði ein returbólt úr GÍ-miðverjuni, og sendi beinan vegin Una Arge avstað. Hesin helt móti málinum, og tá Hallur kom ímóti, potaði landsliðsmaðurin sera hegnisliga bóltin framvið málverjanum.

Tað eydnaðist tó GÍ at avgera alt til egnan fyrimun, og aftur hesa ferð var Helgi L. Petersen upp á spæl. Staddur úti í vinstru síður setti hann ferð á, fór framvið HB verjuni, og tá knallharða innleggið kom, nýttist Óli Hansen bert at seta innaru síðuna á.

Eftir hetta løgdu GÍ-leikararnir mesta dentin á verjupartin. Kanska ov nógv, tí fram móti endanum gjørdist talan í fleiri førum um sera spentar støður framman fyir gula málið. HB flutti nógv fólk niðan, men hóast onkrir leysir møguleikar vóru, so gjørdist tað ongan tíð nóg mikið.


Skifti í oddinum

Sostatt eydnaðist GÍ at vinna ein av torførastu dystunum á árinum, og við sigrinum hava teir brádliga lagt seg á odda í landskappingini. Hvussu leingi hetta fer at halda, er sjálvandi ilt at siga, men kunnu gøtumenn halda tørn komandi vikuskifti, fer knappliga at síggja heilt gott út hjá teimum. Tá kemur B36, sum nú er næstovast á talvuni á vitjan, og vanliga er hetta ein dystur, har GÍ hevur gott tak á.

HB skal tá á heimavølli taka ímóti VB, og eftir ósigurin móti GÍ, hevur HB ikki ráð at tveita meira burtur í løtuni. Dysturin skal snøgt sagt vinnast, men fortreytin fyri hesum er, at liðið sýnir spæl á hægri støði, enn teir gjørdu fríggjadagin.


HB-GÍ 2-3 (1-2)

1-0: Rógvi Jacobsen 8

1-1: Helgi L. Petersen 27

1-2: Helgi L. Petersen 34

2-2: Uni Arge 67

2-3: Óli Hansen 79


Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)


HB: Bárður Johannesen ? Vagnur M Mortensen, Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Janus M. Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen ? Allan Mørkøre, Uni Arge, Andrew av Fløtum

GÍ: Hallur Joensen ? Leivur Hansen, Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Henning Jarnskor ? Hans Pauli Petersen, Magni Jarnskor, Poul Henning Jacobsen, Sámal Joensen - Óli Hansen, Helgi L. Petersen