Mekka fyri granskarar

Eydnast tað hjá FarGen at skapa ein føroyskan dátugrunn við ílegum, kann eitt slíkt projekt gjøgnumførast upp á trý ár. Og vinningurin fyri føroyska samfelagið vildi verið stórur, heldur James D. Watson

Tað er eingin tilvild, at ílegugransking í Føroyum er serstakliga áhugaverd. Fremsta orsøkin er, at talið av føroyingum er ikki størri enn so, at til ber at skráseta allar føroyingar í einum dátubanka. Ílegusamansetingin hjá einstaka føroyinginum kann so samkoyrast við alskyns dátuskráum – har setur bara hugflogið markið, og tá massin samstundis er nóg stórur til vera hagfrøðisliga álítandi, kann ein slík dátuskrá veruliga gerast eitt mekka fyri granskarar.

- Tað eru kanska fleiri, sum óttast, at vit við hesum kunnu skráseta alt ov nógvar viðkvæmar upplýsingar, men tað nýtist ikki at vera so, sigur James D. Watson.

- Tí tað er eingin orsøk at uppgeva anonymitetin hjá einstaka borgaranum av hesum ávum. Eitt nú kunnu vit ímynda okkum, at vit hava skrásetingar um blóðtrýst, diabetes, krabbamein og so víðari.

Eg rokni ikki við, at tað hevði verið nakar trupulleiki at hildið hetta anonymt. Og tað er eisini ein hugsandi loysn, at ein persónur, sum t.d. hevur ílegur sum kunnu benda á ov høgt blóðtrýst, einki fær at vita um hetta, um hann ikki ynskir tað.

Umframt Føroyar, so er Ísland eisini nevnt sum eitt land við avmarkaðum fólkatali, har gransking av sama slag kundi verið gjørd. Men Watson heldur, at Føroyar eru enn meira upplagdar.

- Ísland hevur avgjørt sínar møguleikar, men Føroyar eru lættari, tí tit eru færri. Byrjaðu vit við hesum í dag, so kundi hvør føroyingur verið ílegukannaður fyri á leið $1.000, og tað er einki at tosa um. Tíðarætlanin fyri eina slíka verkætlan hevði verið um trý ár, og tá høvdu vit havt eitt framúr grundarlag til gransking.

- Og sík gransking kundi jú givið stór framstig fyri Føroyar. Kundu vit við hesum staðfest einstøku orsøkirnar, sum elva til sjúkur av ymsum slag, so kundu vit eisini fyribyrgt nógvum av hesum. Og tað vita jú øll, at tað er munandi bíligari at fyribyrgja sjúkum, heldur enn at viðgera sjúk fólk, sigur James D. Watson.