Scary Spice, vanliga nevnd Mel B, er í ferð við at leggja sítt næsta brúdleyp við manninum Stephen Belafonte til rættis. Tey blivu fyrstu ferð gift í juni í fjør í einari loyndarfullari vígslu. Familjan hjá Mel B føldi seg tó uttanfyri, serliga mamma hennara, Andrea. Sum avleiðing av hesum, misti Mel B sambandið við mammuna, sum síðani segði, at loyndarfulla brúdleypi var ?eitt stórt misstak?. Fyri at gera alt gott aftur, leggur Scary Spice nú eitt stórt brúdleyp, fyri vinir og familju, til rættis. Og hesaferð skulu ikki minni enn fýra brúðargentur verða. Nevniliga Baby Spice, Sporty Spice, Posh Spice og Ginger Spice. Kanska fara Spice Girls eisini at syngja eitt lag í veitsluni, skrivar Tv2.