Mel C sigur nei takk við Spice Girls

Tann enska songkvinnan hevur ongar ætlanir um at syngja saman við Spice Girls aftur.

 

Tað veit Gaffa.dk í dag.

 

Tann fyrrverandi Sporty Spice, Melanie Jayne Chisholm – ella Mel C – vil ikki spæla saman við bólkinum aftur, tí hon vil fokusera uppá sína egnu karrieru.

 

Hon sigur, at slaturin um, at Spice Girls ætla at spæla saman aftur í samband við Olympisku Leikirnar í London 2012, ikki er rættur.

 

-Tað vil eg ikki. Men eg vil fegin viðganga, at mær dámdi væl at standa á einum palli við Victoriu, Emmu, Mel B og Geri í 2007, sigur hon við ensku heimasíðuna Metro.

 

Tann enska songkvinnan leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hon verður spurd um Spice Girls hevði eina neiliga ávirkan á hana. Hon sigur við ensku miðlarnar, at bólkurin broytti lív hennara. Hon var einans 19 ára gomul, tá ið Spice Girls byrjaði, og tær arbeiddu hart fyri at náa málinum. Mel C staðfestir, at ikki var ein løtt tíð.

 

Hóast Spice Girls neyvan vera at síggja á einum palli saman aftur í nærmastu framtíð, so er teirra tónleikur kortini aktuellur, tí í næsta ár verður Spice Girls sangleikurin “Viva Forever” frumframførdur. Sangleikurin verður framleiddur av Marianne Elliott.