Tvey skip, sum fiska í Eystursjónum, eru meldaði til løgregluna, tí skipini vóru ov illa mannaði Skip, sum fiska brisling og sild í Eystursjónum, bróta reglurnar um manningartal.
Tað sigur svenska vaktartænastan.
Tvey av skipunum, sum hava siglt við ov lítlari manning, eru nú meldað til løgregluna.
Skipini fiskaðu suður úr Gotlandi við einans trimum monnum umborð.