Í minsta lagi 10 meldurhvirlur herjaðu amerikanska statin Texas í gjárkvøldið, og skaðin var stórur. Fleiri húsatekjur vórðu blástar omanav, bilar og húsaleivdir liggja í gøtunum, og fleiri túsund fólk hava ongan streym.
Í hvussu er ein av meldurhvirlunum var so hørð, at hon tók fleiri stórar lastbilar uppfrá og mól teir langt upp í loft.
Meldurhvirlurnar í Texas í gjárkvøldið kravdu ikki mannalív, men 57 amerikanarar eru deyðir í meldurhvirlum higartil í ár, og 17 fólk eru ikki funnin aftur.
550 meldurhvirlur vóru í USA í fjør, og veðurfrøðingarnir vænta, at tær verða minst líka nógvar í ár.