Hjá øllum hinum norðanlondunum sær tað út til at eydnast, men líkindini fyri, at danski Simon Mathew syngur Danmark í finaluna, eru eftir øllum at døma, ikki góð. Hetta verður í øllum førum støðan, um man skal trúgva veddingarstjórarunum.
Svøríki tykist at verða trygt, og Ísland liggur, sambært veddingarheimasíðunum, á einum áttanda plássi. Simon Mathew megnar ikki at koma longur upp enn á eitt 16. pláss, men enn er vón. Í dag verða tvær aðalroyndir gjørdar av Grand Prix?num, har Simon Mathew hevur møguleikan at fáa áhoyrararnar at broyta meining.
Onnur hálvfinalan verður nú hósdagin, har danska umboðið skal kappast í móti Ukraina og Svøríki.
Men Danmark er ikki einasta landið, ið ikki hevurr góð líkindi at vinna ársins Melodi Grand Prix. Bæði Malta og England verða í ár spádd ringasta úrslit nakrantíð.