Men at vera professionellur tænastuveitari

-Í mínum hugaheimi kemur faklig dygd og dokumentað ástøði fram um fakbólk og fakfelag. At veita sjúkrarøkt er ikki ein spurningur um trúgv, ella eitt kall, men ein spurningur um at vera professionellur tænastuveitari, sum fær fult uppiborna løn fyri sítt arbeiði, uttan mun til um tað er á granskingarstigi ella í gerandisrøkt segði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður á pallborðsfundi leygardagin

Ráðstevna

-Hvat er ein sjúkrarøktarfrøðingur, hvar er sjúkrarøkt, og hvussu prógva tit, at tit duga tað, sum tit eru, og vilja vera vóru spurningar, sum landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, setti á pallborðsfundi við fullsettum Norðurlandahúsi av sjúkrarøktarfrøðingum. Og hann helt fram, at svarini helst eru líka nógv, sum tað eru persónar í Norðurlandahúsinum henda dag. Men próvbyrðan er tykkara líka frá leiðslum til lesandi legði landsstýrismaðurin aftrat.

Hansara boð var annars, at tað gongur ikki long tíð, til vit hava fyrsta føroyska professaran í sjúkrarøkt, og so ger tað einki, um hon ella hann, eisini rúmar tí kjarnusjúkrarøkt, sum brendi seg í minni hansara ein morgun á Landssjúkrahúsinum fyri 15 árum síðani. Við hesum sipaði landsstýrismaðurin til tann morgunin hann vaknaði upp á sjúkrahúsinum eftir at hava fingið tikið mandlurnar og har bert sá og møtti fittum, fyrikomandi og smílandi sjúkrasystrum.

Páll á Reynatúgvu helt fyri, at hesi somu 15 árini hevur felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar ment seg til at vera eitt av sterkastu og mest virdu fakfeløgum í landinum og stendur sum ein viti fyri hini feløgini á heilsuliga landkortinum, ið flestu enn goyma seg í skjúrtufaldinum á donskum mostrafeløgum.

-Men tíðin stendur tíbetur ikki í stað. Viljin og vitanin fara altíð at leita sær fram á leið. Tráanin eftir at gera tað góða betur og at finna nýggjar leiðir er náttúrlig, og júst hesi viðurskifti gera, at sjúkrarøktin í dag stendur á einum vegamóti segði landsstýrismaðurin og vísti, at tað tá er týdningarmikið at gera upp, hvar ein er staddur, hvar ein ætlar at fara, og um tað ber til at fara har ein ætlar sær.

Hann vísti á, at tað kann vera stórur munur á leiðini hjá fagfelagnum, og hjá fakligu serfrøðingunum, ella ressourcupersónunum í felagnum. Fakfelagspolitiska leiðin kann snúgvas seg um at vinna land, at fevna víðari, fáa fatur á valdinum og leiðslufunktiónunum, meðan tað ikki er óhugsandi at fakligu serfrøðingarnir velja fakligu granskingina, innovatiónina og dokumentatiónina sum rætta vegin fram.

Heilsuhúsið fyllist
Páll á Reynatúgvu metti sjálvur, at veruleikin helst er, at hóast avbjóðingarnar eru nógvar, so byrjar at fyllast í føroyska, og eisini altjóða, almanna- og heilsuhúsinum. Og møguleikarnir at flyta mørk, fyri ikki at siga flyta um mørk, fækkast. Albogarnir spískast, og fakmørkini verða kritað upp.

-Á ovastu hædd ráða læknarnir, og hóast trol á vøruni, so verja teir manniliga borg. Í síðurúmunum búgva terapeutarnir, og sálarfrøðingarnir. Og undir væðingini socialráðgevararnir, pedagogarnir og lærararnir. Í kjallaranum byrja heilsurøktararnir og sálarheilsurøktararnir at gera vart við seg. So hóast sjúkrarøktarfelagið ehvur eina sentrala søtðu, og virkið á miðhæddini, so kann tað tykjast sum tað at sleppa út og vinna land er ein møtimikil fakfelagslig uppgáva. Og tá havi eg ikki sagt eitt orð um øll tey alternativu tilboðini.

Landsstýrismaðurin segði víðari, at venda vit øllum á høvdið og siga, at samstarvið um og nøgdsemi hjá brúkarunum, viðskiftafólkinum, sjúklingunum er málið, so koma fakligu serfrøðingarnir til sín rætt, og hava møguleika at menna fakið og viðhvørt, røkka inn um mark, hjá fakligu grannunum, sum liður í samlaðu brúkaratænastuni.

-Í mínum hugaheimi kemur faklig dygd og dokumentað ástøði fram um fakbólk og fakfelag. At veita sjúkrarøkt er ikki ein spurningur um trúgva, ella eitt kall, men ein spurningur um at vera professionellur tænastuveitari, sum fær fult uppiborna løn fyri sítt arbeiði, uttan mun til um tað er á granskingarstigi ella í gerandisrøkt.